Um Klippfisk » Endamál

Klippfisk er ein filmverkstova fyri øll video- og filmsáhugaði. Okkara virksemi fevnir um undirvísing, skeiðvirksemi, filmsframleiðslu, og lán og útleigan av útgerð.
Í samstarvi við Tórshavnar kommunu, Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, Kringvarpið og onnur, er tað vorðið gjørligt at skapa karmar fyri filmsverkstovuna.
Opið er í hølunum hvønn dag millum kl. 15-19, tó undantikið mikudagar. Tá er stongt.