Andrias farin at lesa medievidenskab
Ein av virknastu filmsskaparum í Klippfiskumhvørvinum, Andrias Høgenni, er á veg niður at útbúgva seg innan film. Andrias, sum millum annað hevur gjørt filmarnar "Stev", "Unedited Love", "Morgunsmíl" umframt nógvar aðrar, fer at lesa miðlavísund á Syddansk Universitet. Vit ynskja Andriasi tilukku og góðan byr.