Andrias Høgenni við nýggjum onetake filmi
Í hesum døgum situr Andrias Høgenni í Klippfisk og klippir sín nýggja film "Stev".
"Stev" er ein filmur um at siga farvæl og tað serliga við honum er, at hann er filmaður í einum. Tvs. onki klipp. Sjónleikurin og upptøkan ber allan filmin, sum varar yvir hálvan tíma.
Andrias hevur arbeitt í fýra mánaðir við filminum og hann sigur, at hann gjørdi filmin fyri at bjóða seg sjálvan av. "Filmurin er um mínar egnu kenslur - og um tað, at flyta av landinum. Áðrenn eg sjálvur flytir av landinum..."

Tá ið eg spyrji hann, hvussu hann er nøgdur við upptøkurnar, svara hann: Ja. Vit tóku upp tvær ferðir, fyrru ferð var ein roynd. Men aðru ferð gekk tað. Eg var nøgdur við upptøkurnar og serstakliga nøgdur við leikararnar. Filmurin verður frumsýndur 16. mei í Posthúskjallaranum í Havn.