Andrias Høgenni vann í Cannes!

Hetta er ein søgulig hending í føroyskari filmssøgu! Filmurin “Ikki illa meint” eftir Andrias Høgenni hevur nevniliga júst vunnið Canal+ Award í Semaine de la Critique á viðurkenda filmsfestivalinum í Cannes! Hjartaliga til lukku, tit øll á filmsliðnum!

Andrias byrjaði at gera film í Klippfisk fyri nógvum árum síðan og er síðan farin á flog í filmsheiminum. Hann vitjar okkum ofta sum undirvísari á filmsskeiðum hjá Klippfisk. Vit halda, at tað er ordiliga stuttligt, at Andrias fekk hugskotið til filmin “Ikki illa meint” undir filmskappingini hjá Klippfisk á Reinsarínum í 2017. 😊 Hvør skuldi trúð, at hetta hugskotið seinni fór at vinna eina virðisløn á einum av heimsins mest viðurkendu filmfestivalum? 😀

 

Brellbiti frá filminum “Ikki illa meint”

 

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst