Býr ein leikstjóri í tær?
Hevur tú hug at leikstjórna? Ella hevur tú longu leikstjórnað og treingir til íblástur? Yvirskriftin á skeiðnum er "Tulkingar trupuleikin". Per Zetterfalk setur fokus og spurnartekin við grundkorini í samskiftinum millum filmmakara og hyggjara. Skeiðsleiðari er svenski leikstjórin Per Zetterfalk. Zetterfalk hevur skrivað phdritgerð um ta kreativu tilgongdina í filmi, sjónvarpi og sjónleiki. Burturúr ritgerðini kom dokumentarurin um víðagitna dramatikaran og leikstjóran Lars Norén, har Per Zetterfalk granskar í kreativu tilgongdini hjá skaldinum. Skeiði verður hildið leygardagin 26 mars, frá klokkan 12.00-18.00 í Klippfisk. Og er ætlað bæði til royndar og óroyndar leikstjórar. Kostnaður er 180 kr incl. mat og drekka. Áhugaði tekna seg á telduposti: klippfisk@klippfisk.fo