Casting í Klippfisk
Casting verður fríggjadagin tann 21. oktober í Klippfisk.
Eitt av bjartastu stjørnuskotunum á føroyska filmslistarhimmalinum í løtuni, Heiðrik á Heygum, leitar eftir eini gentu ímillum 19-26 ár at leika høvuðsleiklutin í komandi stuttfilmi hansara.
Ungi filmsstjórin Heiðrik á Heygum, ið m.a. hevur framleitt stuttfilmin Sigarett og portrettfilmin Aldur, sóknast nú eftir einum kvinnuligum leikara ímillum 19-26 ár til næsta stuttfilm sín. Heiðrik gongur á danska filmsskúlanum Super 16, og er tað í hesum høpi, at stuttfilmurin verður gjørdur. Stuttfilmurin verður tikin upp í Keypmannahavn í januar mánaði, og dialogurin verður á føroyskum og donskum.
Um tú ikki ert útbúgvin ella hevur tær stóru royndirnar innan sjónleik, ger tað onki. Áhugað kunnu skriva til Mariu Winther Olsen (Framleiðslu stjóri) á mariawintherolsen@gmail.com ella ringja á 258447