IMG_0423

Nóllywood fyri tíggjundu ferð

Klippfisk skipar fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri 10. ferð í ár. Í gjárkvøldið settu ungu filmsspírarnir hjá Klippfisk eyðkenda Nóllywoodskeltið upp saman við nólsoyingum. Skeltið, sum nólsoyingar hava bygt, er heili 3 metrar høgt og 26 metrar breitt. 
 
Teir 16 luttakararnir á Nóllywood eru fluttir til Nólsoyar í 10 dagar, har teir fáa undirvísing í filmsframleiðslu og síðan framleiða teir stuttfilmar í felag. Filmarnir verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy mikudagin 10. juli kl. 17.

Framleiðslurnar frá undanfarnum árum á Nóllywood kunnu síggjast á youtubesíðuni hjá Klippfisk

 

46501859_914531808935431_1920601394998411264_o

111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen vunnið virðisløn í Russlandi

111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen varð í 21. november 2018 sýndur á Dom Kino til NACHALO altjóða filmsfestivali í St. Petersburg, Russlandi, og vann høvuðsvirðislønina fyri besta stuttfilm á festivalinum. Finnin Lauri Autere, sum hevur filmað og klipt filmin saman við Trygva, var á staðnum og tók ímóti virðislønini. Hann hevur tikið myndirnar í St. Petersburg.
111 góðir dagar vann harumframt Geytavirðislønina í 2018 og er vístur í fleiri londum í ár.
Filmurin er framleiddur við útgerð hjá Klippfisk og varð harumframt eftirframleiddur í Klippfisk.
       
IMG_4011 Nóllywoodskeltið

Nóllywood frumsýning í Nólsoy 8. juli

Klippfisk skipar í ár fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri níggjundu ferð. Fyri einari viku síðan fluttu tólv tannáringar til Nólsoyar at læra at gera film.

Filmarnir, sum eru framleiddir á Nóllywood, verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy sunnudagin 8. juli kl. 17. Ternan siglir úr Havn kl. 16:20 og aftur til Havnar kl. 19:25.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

10549612_1515682005327628_8700147458047404047_o

Skuld – handan leiktjøldini

Ræðufilmurin Skuld eftir Heiðriki á Heygum vann í 2014 bæði Geytan og áskoðaravirðislønina til Geytan. Nógv arbeiði liggur aftan fyri eina slíka framleiðslu og her kunnu tit síggja myndir, sum eru tiknar undir upptøkunum.

Heiðrik á Heygum, Rúna á Heygum og Sofía Nolsøe Mikkelsen

Birgit á Heygum og Marjun Olsen

Heiðrik á Heygum, Louise McLaughlin og Mikkel Kristensen.

Páll Danielsen

Eiríkur Björnsson.

Louise McLaughlin og Heiðrik á Heygum

Maria Tórgarð, Beinir Bergsson og Barbara Hilduberg

Heiðrik á Heygum og Sofía Nolsøe Mikkelsen

Sámal Blak

Louise McLaughlin og Christa Reynheim

Heiðrik á Heygum, Rúna á Heygum og Sofía Nolsøe Mikkelsen

Julia í Kálvalíð

Maria Tórgarð og Heiðrik á Heygum

Jón Hammer og Heiðrik á Heygum

Rúna á Heygum

 

 

Innslag í Degi og viku í 2014, meðan upptøkurnar vóru í gongd

 

Sí samrøðu við Heiðrik frá 2015 um Skuld

Sí filmin Skuld

 

Sí fleiri filmar hjá Heiðriki her

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst