Hevur tú eitt gott hugskot til ein film, teknifilm, eina app, telduspæl o.l. á føroyskum, ið kann strimba undir máltøku og málmenning hjá smáum børnum?

Mentamálaráðið hevur kunngjørt, at 2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum. Hesum ynskir Tórshavnar kommuna at stuðla undir og vil við hesum lýsa eina hugskotskapping, um at gera ein (tekni)film, eina app ella telduspæl á føroyskum til tey minstu børnini (1-3 ár). Talan nýtist ikki vera um antin ella, men kann eisini vera bæði og, so úrslitið kann gerast eitt heildarkoncept har t.d. (tekni)filmur og app/telduspæl verður hugsað saman.

Børn byrja tíðliga at hyggja í sjónvarp og spæla á teldlum, men

enn finst lítið og onki tilfar á føroyskum til hendan málbólk. Endamálið við filminum, appini ella telduspælinum skal vera, at geva teimum minstu ein føroyskan møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fangandi, stuðlar undir máltøku og málmenning hjá teimum minstu børnunum.

Tað er ikki treyt fyri luttøku at tú kanst framleiða filmin, appina ella telduspælið, men er nøktandi, um hóskandi konsept, innihald, skitsur og møgulig projektering er gjørd, sum seinni kunnu gerast um til ein film, app ella telduspæl. Harumframt skal vera hjál
øgd frágreiðing um, hvat ger uppskotið áhugavert og viðkomandi. Loyvt er at lata inn fleiri hugskot.

Vinnandi uppskotið fær kr. 30.000 og næstbesta uppskotið kr. 15.000. Kommunan tilskilar sær eisini ikki at velja nakran vinnara.

Ætlanin er síðani, at Tórshavnar kommuna fer at kanna, um grundarlag er fyri at fara undir útinnan og gerð av hugskotinum saman við hugskotshavanum og øðrum serkønum persóni ella felag. Her kann eisini vera talan um vinnaran sjálvan, um førleikarnir eru til tess. Kommunan setur upp til kr. 100.000 av til at menna hugskotið. Nærri avtala verður gjørd um rættindi v.m.

Eru spurningar ber til at skriva til mentamáladeildina á torshavn@torshavn.fo

Dómsnevnd kemur at gera innstilling til mentamálanevndina í kommununi.

Freistin fyri at lata inn hugskot er 26. apríl 2018 kl. 12 og er ein niðurstøða væntandi miðskeiðis í mai.

Hugskotini skulu latast inn á t-post á torshavn@torshavn.fo ella í Snarskivuni í brævbjálva merktur „Hugskotskapping“.