Framleiðslurnar frá undanfarnum árum á Nóllywood kunnu síggjast á youtubesíðuni hjá Klippfisk


Klippfisk sýnir føroyskar stuttfilmar á Blábar 2. februar í sambandi við Vetrarljós. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. 🙂 Sí tiltakið á Facebook her:
Skrá:
Kl. 19:45:
Dalur (Heiðrik á Heygum, stuttfilmur, 2015)
Monster (Heiðrik á Heygum, videolag, 2017)
Kl. 20:30
Wünder Pitsa – (Hanus Johannessen, stuttfilmur, vinnari av filmskappingini hjá Klippfisk 2017)
Myndamálarin – (Gudmund Helmsdal Nielsen, besta hugskot í filmskappingini hjá Klippfisk 2017)
Eitt knæk (Andrias Høgenni, stuttfilmur, vinnari av Geytanum og áskoðaravirðislønini 2016)
Kl. 21:15
Maðurin við blæuni (Maria Tórgarð, stuttfilmur, vinnari av áskoðaravirðislønini til Geytan 2018)
111 góðir dagar (Trygvi Danielsen, stuffilmur, vinnari av Geytanum 2018)
Nú fær føroyski spælifilmurin ”Dreymar við havið” eftir Sakarisi Stórá amerikanska frumsýning á altjóða filmsstevnuni Woodstock í USA. Filmsstevnan í Woodstock er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugar filmar av bestu góðsku og í 2014 varð stuttfilmurin ”Vetrarmorgun” eftir Sakarisi Stórá sýndur á filmsstevnuni. ”Dreymar við havið” luttekur í World Cinema kappingini saman við 7 øðrum filmum úr øllum heiminum.
“Dreymar við havið”, sum hevði føroyska frumsýning í 2017, er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin, har hann hevur verið sera væl móttikin. Filmurin hevur millum annað verið sýndur í Íslandi, Italia, Týsklandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Kekkia. Føroyska sendistovan í Russlandi skipaði fyrr í ár fyri sýningum í Moskva, Skt. Pætursborg og Pskov, har filmurin eisini varð sera væl móttikin, og í apríl setti ”Dreymar við havið” filmsstevnuna Northern Light Film Festival í Hvítarusslandi. Nevnast kann eisini, at filmurin hevur verið sýndur í fleiri býum í Finnlandi, og í september verður filmurin sýndur í Nuuk í Grønlandi, og í oktober á altjóða filmsstevnuni í Riga, Lettlandi.
Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið til filmin og framleiðslufeløgini vóru Fish&Film og Adomeit Film.
Sakaris Stórá er farin undir at skriva næsta filmin, sum eftir ætlan skal takast upp í 2019. Filmurin ber arbeiðsheitið ”Oktober”.
Hevur tú hugskot til, hvussu vit kunnu endurnýta meira pappír og papp? Dugir tú at gera film? So er hetta nakað fyri teg! Endamálið við kappingini er at framleiða ein film, sum stutt og greitt vísir, hvat vit øll kunnu gera fyri at endurnýta meira pappír og papp heima við hús.
Filmurin skal venda sær til øll, ung sum gomul, og geva okkum ítøkilig hugskot til hvussu vit kunnu endurnýta meira pappír og papp – eggja okkum til at savna meira pappír/papp. T.d.:
Filmurin verður sendur í “Gevið gætur”-sendingum í KvF. Filmurin kann antin vera ein vanligur filmur, ein teknifilmur, ein røð av myndum ella ein blandingur av hesum. Ljóð og tekstur skal vera á føroyskum. Innihaldið má ikki vera lýsingakent.
Gev gætur, at í øllum Føroyum verður pappír/papp savnað í hvítan posa (www.irf.fo), uttan í Tórshavnar kommunu, har grøna ílatið verður brúkt til pappír/papp (www.torshavn.fo). Í Tórshavnar kommunu verður pappír og papp heintað eftir eini ávísari vikuskipan, men í hinum kommununum verður hann heintaður eftir tørvi.
Dómsnevndin er mannað við fólki frá IRF, Tórshavnar kommunu, Klippfisk, Fólkaheilsuráðnum og Umhvørvisstovuni.
Dómsnevndin kann avgera, at vinningurin verður býttir millum tveir ella tríggjar luttakarar. Umhvørvisstovan hevur fullan brúksrætt alt tilfarið, sum verður latið til kappingina.
Fyriskipararnir tilskila sær rætt til ikki at lata vinning, um mett verður, at góðskan ikki er nøktandi.
Filmskappingin er fíggjað av Smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og fyriskipar kappingina og Klippfisk veitir ráðgeving. Fólkaheilsuráðið samskipar “Gevið gætur” sendingarnar í KvF.
Hevur tú spurningar, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, spyr eftir Mariu.
Í døgunum 5.-9. september eru Filmsdagar í felag í Filmsfelagnum, Havnar Bio og Norðurlandahúsinum. Sýndir verða nýggir biografilmar, ið allir hava kvinnur sum tema. Fyrsti er hin føroyski NINA, har leikstjórin Maria Winther Olsen leggur fyri við innleiðing um filmin.
Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn. Tá filmurin The Wife varð kunngjørdur á Facebookvanganum hjá Filsmfelagnum leitaðu 71% kvinnur og 29% menn eftir tiltakinum.
5/9 kl. 20 NINA (Føroyar 2018 80 min)
NINA er nýggjur føroyskur spælifilmur, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali, haðani søgnin um Kópakonuna stavar. Meðan William er í holt við arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, veksur einsemi hjá ungu Ninu, sum roynslar og revsar sjeikin, fyri at fáa kærleikan váttaðan. Leikstjórin fer at innleiða sýningina, sum er hin fyrsta á Filmsdøgum í Felag, har evnið í ár er kvinnur á filmi. NINA varar 80 minuttir.
6/9 kl. 17:30 WHITNEY (Kevin MacDonald USA 2018 200 min)
Nýggi heimildarfilmurin WHITNEY er um sangarinnuna við gyltu røddini, sum sló øll met, tá hon seldi fleiri fløgur enn nakar undan henni. Í 1992 spældi hon saman við Kevin Kostner í filminum The Bodyguard, har sangir hennara løgdu lunnar undir mest seldu fløgu úr einum filmi. Eydnan hjá Whitney Houston fekk tó ein bráðan enda, tá hon í 2012 varð funnin deyð í einum baðikari á Beverly Hilton hotellinum, bara 48 ára gomul. Oscarvirðislønti leikstjórin Kevin MacDonald sigur í hesum nýggja heimildarfilmi hugtakandi søguna um stjørnuna WHITNEY, sum var guddóttir Arethu Franklin, nær í slekt við Dionne Warwick, men tó fekk so syndarliga lagnu. Nýggi heimildarfilmurin WHITNEY verður sýndur hvønn dag kl 17:30 meðan Filmsdagar í Felag eru. Tema á filmsdøgunum í ár er kvinnur á filmi.
6/9 kl. 20 I KILL GIANTS (Anders Walter USA 2018 97 min)
Við støði í teknirøðini I KILL GIANTS, fylgja vit 12 ára gomlu Barbaru, sum berjist við risar og trøll í veruleikanum, soleiðis sum hon fatar hann. Í magiskari realismu smelta ytru og innaru heimarnir saman í filmaða gerandisdegnum hjá seregnu gentuni, sum verður happað í skúlanum og eisini hevur tað trupult, tá hon er heima. Tí tykist hon fyri okkum at hvørva longur og longur inn í Dungeons & Dragons søgur. Filmurin, sum danski leikstjórin Anders Walter hevur gjørt saman við Harry Potter-framleiðsluliðnum, hevur fingið framúr ummæli og verið borin saman við fyrstu filmar hjá Spielberg. Danska filmtænastan KINO sigur um filmin og leikstjóran, sum gjørdi Oscarvirðislønta stuttfilmin HELIUM: ”I stil med sin kortfilm udforsker Walter en magisk realisme, der både med følsomhed, mørke og humor dykker ned i et barns komplicerede psyke.” Filmurin hevur 11 ára aldursmark.
Rakel Helmsdal fer at innleiða sýningina við I KILL GIANTS.
7/9 kl. 20 THE WIFE (Bjørn Runge UK 2018 100 min)
Klóka og vakra Joan Castleman (Glenn Close) er hin fulkomna konan. Uppofrandi hevur hon í fjøruti ár sett seg sjálva til viks, fyri at stuðla karismatiska manninum, Joe (Jonathan Pryce), sum er millum kendastu rithøvundar í heiminum. Sjálv hevur hon ikki lagt í tær kvinnur, hann hevur havt, tí Joe er jú stórur listamaður. Hjúnabandið byggir fult og heilt á Joe og hansara vilja og ætlanir. Men nú er Joan farin at møðast. Kvøldið, tá Joe skal heiðrast við Nobelvirðislønini fyri bókmentir, ger Joan støðuna upp. The Guardian, sum í ummæli gevur THE WIFE fult stigatal, sigur: ” As the apparently-perfect wife of a Nobel prize-winning writer, Close gives arguably her best ever performance in an adaptation of Meg Wolitzer’s novel”. Danski filmsútleigarin sigur um filmin: “THE WIFE er en intens og gribende rejse – en fejring af kvinder, frigørelse og modet til at finde tilbage til sig selv!” Leikstjóri er svenski Björn Runge, sum í 2005 fekk Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri MUN MOT MUN og árið fyri fekk fleiri virðislønir fyri OM JAG VÄNDER MIG OM.
Marna Jacobsen fer at innleiða THE WIFE.
8/9 kl. 20 HVA VIL FOLK SI (Iram Haq NO 2017 106 min)
Millum tveir heimar førir 16-ára gamla Nisha eitt trupult dupultlív. Heima hjá pakistansku foreldrunum er hon fulkomna dótturin og systurin, men tá hon næstu løtu er saman við javnaldrandi vinfólkunum, er hon ein heilt vanligur norskur tannáringur. Men ein dag verður dupultlívið avdúkað, og báðir tilveruheimarnir renna harðliga saman, tá pápin sær Nisha mussa norska sjeikin. Í eini roynd at steðga óhóskandi sambandinum, fáa foreldrini skipað fyri eini burturflyting, so dótturin kemur til slektningar í Pakistan at vera. Í fremmanda heimlandinum skal Nisha fóta sær, og laga seg til virði og viðurskifti, sum foreldrini áleggja henni. Fleirfalt virðislønti filmurin HVA VIL FOK SI verður vístur við donskum undirteksti. Filmsútleigarin Øst for Paradis sigur um filmin: ”HVA VIL FOLK SI er et rørende drama om det komplekse forhold mellem far og datter. Det er historien om en ung kvinde, der må finde sin egen vej i livet, og den 18-årige hovedrolleindehaver Maria Mozdah gør en imponerende debut på det store lærred. I rollen som faren ses Adil Hussain, som flere måske vil genkende fra internationale succeser som LIFE OF PI.”
Gunn Hernes fer at innleiða sýningina við HVA VIL FOLK SI.
9/9 kl. 16 í Norðurlandahúsinum Wonderful Copenhagen (Bo Tgenberg DK 2018 109 min)
WONDERFUL COPENHAGEN, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum, er partur av Filmsdøgum í Felag hjá Filmsfelagnum og Havnar Bio, har kvinnur á filmi eru evnið.
WONDERFUL COPENHAGEN er eitt grípandi drama um skuggasíðuna av Keypmannahavn. Ein ung eysturevropeisk kvinna leitar sær til Danmarkar at arbeiða, men verður noydd út í skøkjuvirksemi. Tá Tanja letur eina kaffistovu upp á Vesturbrúgv, verður hon uttan at ynskja tað, ein partur av hendingunum og fær innlit í eitt umhvørvi, hon ikki visti var til.WONDERFUL COPENHAGEN byggir á veruligar søgur um human trafficking.
9/9 kl. 20 Maria By Callas (Tom Volf Frakland 2018 113 min)
Heimildarfilmurin hjá Tom Volf MARIA BY CALLAS sigur okkum søguna um kendastu sopran í allari operaverðini í 20. øld. Ein ikon fyri milliónir av áhoyrarum, enn tann dag í dag, fjøruti ár eftir at hon doyði í 1977. Tað er søgan um MARIU CALLAS, hennara lív og lagnu, søgd við egnum orðum. Kjarnin í søguni er dysturin millum kvinnuna og persónin Mariu og stíl-ikonið, jetset-drotningina og operastjørnuna Callas. Lítið eydnusama sambandið við skipsreiðaran Aristoteles Onassis, viknandi røddin og deyðin, ið rakar 53 ára gomlu kvinnuna, sum nú livir í einsemi, eru bæði skakandi og bergtakandi lutir í eini samansettari filmiskari søgu, ið byggir á brot úr samrøðum, tíðindum, privatum smalfilmsupptøkum og eins persónligum brøvum. Nógva av tilfarinum hevur aldri áður verið frammi, og annað tilfar er reinsað, restaurerað og lagt við liti. MARIA BY CALLAS byggir á kanningararbeiði í fleiri ár hjá leikstjóranum, ið hevur hitt tey, ið livdu saman við henni, og sum týðuliga er púra burtur í listafólkinum og persóninum Callas. Danski filmsútleigarin Camera Film sigur um MARIA BY CALLAS, at hetta er ein tónleikafilmur ”hvor man ikke må nøjes med korte glimt af den stemme, det hele handler om, men får serveret en lang række optagelser af hele arier fra nogle af de mest centrale operaer i Callas’ repertoire.”
Elsa Súsanna Dalsgaard fer at innleiða sýningina við MARIA BY CALLAS.
10/9 kl. 20 Bare Juliet (Jesse Peretz UK 2018 105 min)
Danski filmsútleigarin Scanbox, sigur soleiðis um filmin BARE JULIET: Annie (Rose Byrne) er kørt træt i sit kedelige parforhold med Duncan (Chris O’Dowd), der er kæmpefan af indie-musikeren Tucker Crowe (Ethan Hawke). Da en akustisk demoversion af Tuckers 25 år gamle hit LP pludselig dukker op i posten, bliver det startskuddet til et møde med den på én gang tiltrækkende og flyvske kunstner, et møde, der ændrer livet for alle parter. ”Bare Juliet” er baseret på romanen af Nick Hornby, der har lavet forlæg til flere succesfulde film bl.a. About a Boy og High Fidelity.
Klippfisk skipar í ár fyri skeiðum í samstarvi við Kvøldskúlan. Skeið verða í leikstjórn, at skriva leikrit, at brúka videokamera, at seta ljós til film og sjónvarp, at klippa filmar og at skilja myndabygnað í filmi. Harumframt verður filmsskúlin Klippfisk Bootcamp í heystfrítíðini!
Gevið gætur, at tað ber bert til at melda seg til á kvoldskulin.fo frá 27. august til 2. september. So síðsta freist at melda seg til øll skeiðini í heyst er 2. september.
Undirvísari: Andrias Høgenni
Kostnaður: kr. 850
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Eitt grundleggjandi skeið um at arbeiða og hugsa sum filmsleikstjóri.
Eitt vikuskiftisskeið bygt upp við smáum, skjótum kladduvenjingum, sum fær luttakaran til at hugsa persónligt.
Luttakarar hava snildtelefon ella annað filmstól við.
Mikudag kl. 19.00 – 22.00. Undirvíst verður 3 ferðir frá 12. september 2018.
Undirvísari: Torfinnur Jákupsson
Kostnaður: kr. 445
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Endamál: Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarum eina grundvitan í at skriva handrit til film og sjónvarp.
Undirvísingarháttur: Samrøða, felagslesnaður, sýningar og skriviuppgávur. Vit eftirmeta og kjakast um handrit, filmar og sendingar. Onkur vitjar, ið hevur film og skriving sum sítt dagliga yrki. Gjøgnumgongd av forriti til at skriva handrit til film og sjónvarp. Ítøkiligar skriviuppgávur og góð ráð mega slóða fyri spennandi verkætlanum.
Innihald: Eitt sindur um handrit, filmar og sendingar, ymsar stílir av søgufrágreiðing, og hvussu handrit til film og sjónvarp eru uppsett í mun til onnur sløg. Kannað verður, hvat myndar eitt spennandi handrit.
Leygardag 6. oktober frá kl. 10 – 18
Undirvísari: Rógvi Rasmussen
Kostnaður: kr. 425
Tilmelding: frá 27. august til 2september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Grundleggjandi undirvísing verður í myndamáli og nýtslu av videokamera.
Best er, um luttakarar hava egið kamera við, men tað verður eisini møguligt at royna eitt á staðnum.
Leygardag 13. oktober 2018 frá kl. 10 – 18.
Undirvísari: Rógvi Rasmussen
Kostnaður: kr. 425
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Undirvíst verður í grundleggjandi ljósseting til film og sjónvarp.
Undirvísingin verður bæði teoretisk og praktisk. Vit nýta ljósútgerð hjá Klippfisk.
Undirvíst verður í heystfrítíðini 17. – 21. oktober 2018.
Kostnaður: kr. 710
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Á hesum skeiðnum fært tú eitt snarskeið í at gera film. Tú fært grundleggjandi undirvísing í filmsmáli og at skriva eitt handrit. Síðan lærir tú at filma og klippa ein film.
Royndir frá eitt nú filmsupptøkum ella filmssummarskúlanum Nóllywood eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Undirvíst verður í heystfrítíðini 17. – 21. oktober 2018.
Kostnaður: kr. 710
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Á hesum skeiðnum fært tú eitt snarskeið í at gera film. Tú fært grundleggjandi undirvísing í filmsmáli og at skriva eitt handrit. Síðan lærir tú at filma og klippa ein film.
Royndir frá eitt nú filmsupptøkum ella filmssummarskúlanum Nóllywood eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
27. og 28. oktober 2018. Leygardag kl. 11.00 – 17.15 og sunnudag sambært avtalu
Undirvísari: Jonas í Dali Wagner
Kostnaður: kr. 410
Undirvíst verður á donskum
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Skeiðið er fyri øll, sum hava áhuga fyri filmsmyndum – t.d. leikstjórar, myndafólk, scenografar, sjónleikarar, málarar, teknarar og onnur myndafólk.
Í einum spælifilmi eru fleiri hundrað myndir. Hvør einasta mynd skal skerast og setast upp. Á hesum skeiðnum hyggja vit at mynstrunum í myndunum. Nógv praktisk dømi verða úr filmum hjá leikstjórunum Lean, Scorsese, Coppolla, Tarkovsky, Coen-brøðrunum, Kurosawa v.m.
Vikuskiftisskeið 23.-25. november
Undirvísari: Jonas í Dali Wagner
Kostnaður: kr. 470
Undirvíst verður á donskum
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!
Á hesum skeiðnum fært tú grundleggjandi undirvísing í at klippa filmar.
Tú lærir at flyta grundtilfarið inn í klippiforritið, at klippa scenur og flyta út fílar.
Tú lærir eitt nú at klippa eina scenu í einum filmi og lærir, hvussu klipt verður millum ymiskar myndastøddir.
Hugskotið ‘Hey Breyð’ er vinnari av hugskotskapping viðvíkjandi tøkni, ið kann stimbra máltøku og málmenning hjá smáum børnum.
Tórshavnar kommuna skrivaði í vár út hugskotskapping viðvíkjandi hugskotum til ein teknifilm, eina app, telduspæl o.l. á føroyskum, ið kann strimba undir máltøku og málmenning hjá smáum børnum?
Inn komu heili 19 spennandi hugskot.
Ein dómsnevnd hevur júst viðgjørt innkomnu hugskotini og gjørt innstilling, ið mentamálanevndin staðfesti.
Í dómsnevndini vóru:
Eydna Magnussen, varaskúlastjóri Eysturskúlin
Beinta Haraldsen, leiðari, Klippfisk
Guðrun Eysturlíð, námsfrøðiligur ráðgevi, barna- og ungdómsdeildin
Lars Larsen Black, KT-leiðari, KT-deildin
David Andresen, tænastuveitari, KT-deildin
Ronni Poulsen, tænastuveitari, KT-deildin
Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri, mentamáladeildin.
Dómsnevndin hevur viðgjørt tey 19 uppskotini við støði í, um uppskotið er aldursvarandi, gevur føroyskan møguleika á skýggja, er fangandi, stuðlar undir máltøku og málmenning og um frágreiðing er við, um hvat ger uppskotið áhugavert og viðkomandi.
Vinnandi hugskotið er “Hey breyð”, hjá Sp/f Gaman – við Ólavi Ellefsen, Julius Biskopstø, Jóhann Østerø, Hans Jacob Østerø, Elinborg Osvaldsdóttir og Marini Kamban. Næstbesta uppskotið er “Krabbi og Pisa – á ferð í Havn” hjá Sissal M. Rasmussen og Árna Winther.
Á myndini síggjast Elinborg Osvaldsdóttir, Marin Kamban, Julius Biskopstø, Hans Jacob Østerø, Ólavur Ellefsen frá vinnandi toyminum, umframt Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri.
Mentamálaráðið hevur fyrr í ár kunngjørt, at 2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum. Hesum ynskti Tórshavnar kommuna at stuðla undir við at lýsa eina hugskotskapping um at gera ein (tekni)film, eina app ella telduspæl á føroyskum til tey minstu børnini ( 1-3 ár).
Børn byrja tíðliga at hyggja í sjónvarp og spæla á teldlum, men enn finst lítið og onki tilfar á føroyskum til hendan málbólk. Endamálið við hugskotinum skal vera, at geva teimum minstu ein føroyskan møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fangandi, stuðlar undir máltøku og málmenning hjá teimum minstu børnunum.
Vinnandi uppskotið fær kr. 30.000 og næstbesta uppskotið kr. 15.000.
Ætlanin er síðani, at Tórshavnar kommuna fer at kanna, um grundarlag er fyri at fara undir útinnan og gerð av hugskotinum saman við hugskotshavanum. Kommunan setur upp til kr. 100.000 av til at menna hugskotið. Nærri avtala verður gjørd um rættindi v.m.
Director / Beinta á Torkilsheyggi
Director of Photography / Rógvi Rasmussen
Choreographer / Rannvá Káradóttir
Costume designer / Sára Sondum & Billa Jenný Jónleifdóttir
Editor / Marianna Mørkøre
Technical assistant / Baldur Meitil
Co-ordinator / Rannvá Jónsdóttir Johansen
Producer / Jenný Kragesteen
Actors:
Alda Mohr Eyðunardóttir
Annika Repond Sørensen
Birita Marta Jørgensen
Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr
Íðunn Gundardóttir Mortensen
Kolbrún í Haraldsstovu
Lea Áradóttir Rasmussen
Leyvoy í Gerðinum
Margreta Eyðunsdóttir Samuelsen
Maria Lyager
Sigrun Mohr Jónsdóttir
Vár Samuelsen
Yvonna Madayag Mörköre
Thanks to:
Landsverk
Klippfisk
Róðraneystið í Runavík
Lyfta
Bilrøkt
Guðrun & Guðrun
Bob & Marilyn’s Suitcase
Only
Gellan
Hjálpirótin
Føroya Bjór
Magn
Landshandilin
Føroya Keypsamtøka
Hotel Føroyar
Jensina Olsen
Sjónleikarahúsið
Poul Michelsen
The first sci-fi short film by faroese director Heiðrik á Heygum 2008.
A single mother (Óluva Johannessen) is frustrated to see her son (Sámal H.Hansen) lonely and unhappy, so she decides to buy him a new computer that is so brilliantly designed that it can give her son everything he longs for. A computer that can give him love and deeper understanding.
Klippfisk | Vestara Bryggja 15, 3. hædd | FO-100 Tórshavn | Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo | Telefon 22 23 25