111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen varð í 21. november 2018 sýndur á Dom Kino til NACHALO altjóða filmsfestivali í St. Petersburg, Russlandi, og vann høvuðsvirðislønina fyri besta stuttfilm á festivalinum. Finnin Lauri Autere, sum hevur filmað og klipt filmin saman við Trygva, var á staðnum og tók ímóti virðislønini. Hann hevur tikið myndirnar í St. Petersburg.
111 góðir dagar vann harumframt Geytavirðislønina í 2018 og er vístur í fleiri londum í ár.
Filmurin er framleiddur við útgerð hjá Klippfisk og varð harumframt eftirframleiddur í Klippfisk.