Crawling Blue ger DVD
Í hesum døgum sita menn frá orkestrinum Crawling Blue og klippa eina DVD saman. Á útgávukonsertini, ið var fyri fullum Norðurlandahúsi herfyri, høvdu menninir leigað fleiri kamera úr Klippfiski og filmaðu úr øllum kantum og herðasornum.
Forsangarin, Uni Debes, sum hevur sitið við klippingini, svarar, uppá fyrispurningin hvat teir skulu við DVD´ini: "hon skal sendast út í heim soleiðis at vit blíva verðinskendir. Og tá ið vit eru blivnir kendir, koyra vit nógvar pengar í ein grunn sum Klippfisk fær til sínar filmsverkætlanir."
Brandur Jacobsen, hevur lurtað eftir ljóðupptøkunum frá konsertini letur væl at."Vit ætla at fáa Óla Poulsen at ljóðblanda tilfarið, tí, hann fær tað til helvitis kvalitet. Men vit vita ikki enn um Óli vil taka tilfarið." Her kann undirritaði leggja afturat at hann hevur hoyrt ljóðbrot og tey ljóðaðu óalminduliga væl!