Skeiðstilboð » Dokumentar
Pallsetti veruleikin – skeið í dokumentar-filmi
Klippfisk og Globi skipa fyri spennandi vikuskiftisskeiði í dokumentar-filmi á Háskúlanum í Havn í døgunum 19. til 21. august 2011.
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið 19. august klokkan 19.30 og endar sunnudagin 21. august klokkan 15.30.
Kostnaður fyri skeiðið er 3.200 kr. fyri hvønn.
Tilmelding er á klippfisk@klippfisk.fo.
Seinasta freist fyri tilmelding er mikudagin 10. august 2011.
Undirvísari verður Henrik Bohn Ipsen, danskur filmsskapari. Hann er nógv umbiðin og hansara dokumentarverk eru fjølbroytt og nógv í tali. Á www.dfi.dk sæst yvirlit yvir nakrar av hansara filmum.
Eisini hava Jan Jørgensen, cand.mag., og Uni Leitisstein Hansen, fjølmiðlafólk, framløgu um dokumentar sum filmsgrein.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum førleikar at finna ta góðu søguna og at fortelja hesa søgu við einum dokumentarfilmi. Skeiðið fevnir um bæði teoretiska og praktiska undirvísing, og bæði roynd og minni roynd fáa nógv burturúr at luttaka.
Undirvísingin fer fram fríggjakvøldið klokkan 19.30 til 23.00, leygardagin klokkan 9.00 til 21.00 og sunnudagin klokkan 9.00 til 15.30.
Skeiðið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri dokumentar-filmi. Bæði tey, ið longu hava førleikar á økinum og sum arbeiða við at gera dokumentar-film og tey minni royndu kunnu luttaka.
Luttakaratalið er avmarkað, og tí ræður um at melda til sum skjótast. Tilmeldingin er bindandi.
Skráin fyri skeiðið verður hendan:
Fríggjakvøldið 19. august kl. 19.30 - Vælkomin. Praktisk viðurskifti. Fyrireikararnir
Fríggjakvøldið 19. august kl. 19.45 – Frásøgn og frásøguhættir í dokumentarfilmum. Dømi verða víst. Jan Jørgensen & Uni L. Hansen
Kaffi og køka
Fríggjakvøldið enda vit klokkan 23.
Leygardagin 20. august klokkan 9.00 til 22 – Henrik Bohn Ipsen lærir frá sær, og vit royna okkum
Sunnudagin 21. august klokkan 9.00 til 15.30 – Henrik Bohn Ipsen lærir frá sær, og vit royna okkum
Lýsing av skeiðnum
Skeiðið er ein samanrenning av undirvísing og royndum. Henrik undirvísir, og luttakararnir fáa høvi at royna seg við at lýsa søgur, og við at fyrireika og gera upptøkur.
Niðanfyri er ein lýsing av, hvørji evni, Henrik Bohn Ipsen viðger:
· Atgongd til dokumentariskt tilfar
· Motivatión – tey, ið eru við í dokumentar-filmi
· Motivatión – leikstjórin
· Dokumentariska rúmið / pallurin
· Myndatólið er til staðar
· At fyriskipa filmanina
· Tað visuella eygnabragdið
· Tann visuella søgan
· Dokumentariskur framferðarháttur
· At fáa greiðu á, hvar søgan er
· Dokumentariskar hendingar – hvussu filma vit tær?
· At arbeiða við persónligum tilfari
· At brúka sítt persónliga tilfar í ein-til-ein myndatøkum
· Praktiskar royndir – hvussu gera vit?
Fleiri upplýsingar fáast við at ringja til Globi á tel. 59 60 62 og til Klippfisk á tel. 22 23 25.
Vegna fyrireikararnar,
Jan Jørgensen og Anton Petersen, Klippfisk, og Kristianna Winther Poulsen, Globi