Dollars.fo
Í hesum døgum verður sápuoprain dollars.fo tikin upp í Føroyum. Tað er listamaðurin/leikstjórin Tue Biering ið stendur fyri upptøkunum. 3 partar eru longu komnir út á netið, og kunnu síggjast á dollars.fo. Móttøkan av fyrstu pørtunum hevur verið misjøvn. Soleiðis er við list, hon skapar kjak.
Klippfisk er medprodusentur og letur alla upptøkuútgerðina til verkætlanina.