Nú fær føroyski spælifilmurin ”Dreymar við havið” eftir Sakarisi Stórá amerikanska frumsýning á altjóða filmsstevnuni Woodstock í USA. Filmsstevnan í Woodstock er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugar filmar av bestu góðsku og í 2014 varð stuttfilmurin ”Vetrarmorgun” eftir Sakarisi Stórá sýndur á filmsstevnuni. ”Dreymar við havið” luttekur í World Cinema kappingini saman við 7 øðrum filmum úr øllum heiminum.
“Dreymar við havið”, sum hevði føroyska frumsýning í 2017, er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin, har hann hevur verið sera væl móttikin. Filmurin hevur millum annað verið sýndur í Íslandi, Italia, Týsklandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Kekkia. Føroyska sendistovan í Russlandi skipaði fyrr í ár fyri sýningum í Moskva, Skt. Pætursborg og Pskov, har filmurin eisini varð sera væl móttikin, og í apríl setti ”Dreymar við havið” filmsstevnuna Northern Light Film Festival í Hvítarusslandi. Nevnast kann eisini, at filmurin hevur verið sýndur í fleiri býum í Finnlandi, og í september verður filmurin sýndur í Nuuk í Grønlandi, og í oktober á altjóða filmsstevnuni í Riga, Lettlandi.
Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið til filmin og framleiðslufeløgini vóru Fish&Film og Adomeit Film.
Sakaris Stórá er farin undir at skriva næsta filmin, sum eftir ætlan skal takast upp í 2019. Filmurin ber arbeiðsheitið ”Oktober”.