Føroyskur stuttfilmur fingið altjóða virðisløn
Føroyski stuttfilmurin Magma hjá Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre,
vann í síðstu viku virðisløn fyri besta stuttfilm á viðurkenda
filmsfestivalinum Festival du Nouveau Cinéma í Montreal, Kanada.
Tað vóru íalt 36 altjóða stuttfilmar innstillaðir í hesum kappingarbólkið.
Sjálvt um tað ikki var møguligt hjá teimum báðum Rannvá og Mariannu at
vera til staðar undir handanini, tóku tær ímóti prísinum og takkaðu
fyri heiðurslønina yvir skype, sum síðani varð uppvarpað á stórskýggja
á gallaveitsluni, tá virðislønirnar blivu handaðar.
Komandi sýning av filmunum hjá Rannvá & Mariannu verður á stóra
filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn, ið verður hildin
3.-12.november. CPH:DOX skipar fyri eini serligari frumsýning av
teimum fyrstu fýra filmunum í The Cycle. Talan er um filmarnar Magma
(2010), Amohr (2011), Marran (2011) og Irra (2011).
Hesi fýra verkini eru innstillað til NEW:VISION AWARD, ið heiðrar
filmisk eksperimentir, ið eru útfordrandi, poetisk og abstrakt.
Vinnarin verður kunngjørdur tann 11. november.
CPH:DOC skrivar soleiðis um filmarnar:
Færøernes barske og storslåede natur danner baggrund for de to unge
kunstneres overjordisk smukke, sort/hvide billeddigt, der toner frem i
gådefulde tableaux som skygger af en anden verden. Den luminøse
himmel, de forrevne klipper og græsklædte vidder er en storslået
scene, hvor sortklædte skikkelser med blege måneansigter udfører et
hemmelighedsfuldt ritual og hvor en lille pige i en kjole danser i en
luminøs tåge af lys.
Der er elementer af både mytologi og science fiction i det færøiske
kunstnerpars visionære værk, der er planlagt som en cyklus i otte
dele, hvoraf Cph:DOX holder 'midtvejspremiere' på de første fire. Med
en fælles baggrund i dans, performance, modestudier, og ikke mindst
fotografi og film, er der ikke overraskende tale om et visuelt begavet
værk, som indskriver sig i og på samme tid fornyer
eksperimentalfilmens store tradition for studier i bevægelse og
kropslighed. Udtrykket er umiskendeligt nordisk, og meget moderne, når
de spøgelsesagtige landskaber svæver over lærredet til et underspillet
ambient/drone-score.
Talan er um tvær sýningar í Keypmannahavn, mikudagin 9.nov. kl.16:00 í
Teater Grob og leygardagin
12. nov, kl. 18:00 í Husets Biograf, har tað eisini verður prátað við
Rannvá og Mariannu um filmarnar
eftir sýningina.
Les meir um filmarnar á www.rammatik.blogspot.com