Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2722

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2726

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/output.class.php on line 3624

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/ark-core/builder/elements/CallToAction/CallToAction2/class.ffElCallToAction2.php on line 146

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/ark-core/builder/elements/Gallery/class.ffElGallery.php on line 705

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/ark-core/builder/elements/Gallery/class.ffElAcfGallery.php on line 725

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/ark-core/builder/elements/OfficeHours/class.ffElOfficeHours.php on line 142

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/ark-core/builder/elements/Team/Team12/class.ffElTeam12.php on line 197

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klippfisk.fo/public_html/wp-content/plugins/ark-core/builder/elements/Testimonials/Testimonials8/class.ffElTestimonials8.php on line 200
Fá pláss eftir á skeiðum hjá Klippfisk í heyst - www.klippfisk.fo

Fá pláss eftir á skeiðum hjá Klippfisk í heyst

Klippfisk hevur nøkur fá pláss eftir á fýra skeiðum í heyst. Tilmelding fer fram á kvoldskulin.fo Um tit hava spurningar um skeiðini, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Klippfisk á klippfisk@klippfisk.fo ella við at senda eini boð til Klippfisk á Facebook

At skriva til skermin – 26. september, 3. og 10. oktober 2018

Mikukvøld kl. 19.00 – 22.00. Undirvíst verður 3 ferðir frá 26. september 2018.
Undirvísari: Torfinnur Jákupsson
Kostnaður: kr. 445
Tilmelding á kvoldskulin.fo.

Endamál: Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarum eina grundvitan í at skriva handrit til film og sjónvarp.
Undirvísingarháttur: Samrøða, felagslesnaður, sýningar og skriviuppgávur. Vit eftirmeta og kjakast um handrit, filmar og sendingar. Onkur vitjar, ið hevur film og skriving sum sítt dagliga yrki. Gjøgnumgongd av forriti til at skriva handrit til film og sjónvarp. Ítøkiligar skriviuppgávur og góð ráð mega slóða fyri spennandi verkætlanum.
Innihald: Eitt sindur um handrit, filmar og sendingar, ymsar stílir av søgufrágreiðing, og hvussu handrit til film og sjónvarp eru uppsett í mun til onnur sløg. Kannað verður, hvat myndar eitt spennandi handrit.

 

Klippfisk Bootcamp – filmsskúli fyri ung millum 14 – 18 ár í heystfrítíðini

Undirvíst verður í heystfrítíðini 17. – 21. oktober 2018.
Kostnaður: kr. 710
Tilmelding: frá 27. august til 2. september á kvoldskulin.fo. Síðsta freist er 2. september!

Á hesum skeiðnum fært tú eitt snarskeið í at gera film. Tú fært grundleggjandi undirvísing í filmsmáli og at skriva eitt handrit. Síðan lærir tú at filma og klippa ein film.
Royndir frá eitt nú filmsupptøkum ella filmssummarskúlanum Nóllywood eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Myndabygnaður í filmi (billedkomposition) – 27. og 28. oktober 2018

27. og 28. oktober 2018. Leygardag kl. 11.00 – 17.15 og sunnudag sambært avtalu
Undirvísari: Jonas í Dali Wagner
Kostnaður: kr. 410
Undirvíst verður á donskum
Tilmelding á kvoldskulin.fo.

Skeiðið er fyri øll, sum hava áhuga fyri filmsmyndum – t.d. leikstjórar, myndafólk, scenografar, sjónleikarar, málarar, teknarar og onnur myndafólk.
Í einum spælifilmi eru fleiri hundrað myndir. Hvør einasta mynd skal skerast og setast upp. Á hesum skeiðnum hyggja vit at mynstrunum í myndunum. Nógv praktisk dømi verða úr filmum hjá leikstjórunum Lean, Scorsese, Coppolla, Tarkovsky, Coen-brøðrunum, Kurosawa v.m.

Grundleggjandi klippiskeið – 23.-25. november 2018

Vikuskiftisskeið 23.-25. november
Undirvísari: Jonas í Dali Wagner
Kostnaður: kr. 470
Undirvíst verður á donskum
Tilmelding á kvoldskulin.fo.

Á hesum skeiðnum fært tú grundleggjandi undirvísing í at klippa filmar.
Tú lærir at flyta grundtilfarið inn í klippiforritið, at klippa scenur og flyta út fílar.
Tú lærir eitt nú at klippa eina scenu í einum filmi og lærir, hvussu klipt verður millum ymiskar myndastøddir.

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst