Filmsdagar í felag 2018

Í døgunum 5.-9. september eru Filmsdagar í felag í Filmsfelagnum, Havnar Bio og Norðurlandahúsinum. Sýndir verða nýggir biografilmar, ið allir hava kvinnur sum tema. Fyrsti er hin føroyski NINA, har leikstjórin Maria Winther Olsen leggur fyri við innleiðing um filmin.

Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn. Tá filmurin The Wife varð kunngjørdur á Facebookvanganum hjá Filsmfelagnum leitaðu 71% kvinnur og 29% menn eftir tiltakinum.

 

 

 

5/9 kl. 20 NINA (Føroyar 2018 80 min)

NINA er nýggjur føroyskur spælifilmur, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroya og búsetir seg í Mikladali, haðani søgnin um Kópakonuna stavar. Meðan William er í holt við arbeiði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, veksur einsemi hjá ungu Ninu, sum roynslar og revsar sjeikin, fyri at fáa kærleikan váttaðan. Leikstjórin fer at innleiða sýningina, sum er hin fyrsta á Filmsdøgum í Felag, har evnið í ár er kvinnur á filmi. NINA varar 80 minuttir.

 

 

 

6/9 kl. 17:30 WHITNEY (Kevin MacDonald USA 2018 200 min)

Nýggi heimildarfilmurin WHITNEY er um sangarinnuna við gyltu røddini, sum sló øll met, tá hon seldi fleiri fløgur enn nakar undan henni. Í 1992 spældi hon saman við Kevin Kostner í filminum The Bodyguard, har sangir hennara løgdu lunnar undir mest seldu fløgu úr einum filmi. Eydnan hjá Whitney Houston fekk tó ein bráðan enda, tá hon í 2012 varð funnin deyð í einum baðikari á Beverly Hilton hotellinum, bara 48 ára gomul. Oscarvirðislønti leikstjórin Kevin MacDonald sigur í hesum nýggja heimildarfilmi hugtakandi søguna um stjørnuna WHITNEY, sum var guddóttir Arethu Franklin, nær í slekt við Dionne Warwick, men tó fekk so syndarliga lagnu. Nýggi heimildarfilmurin WHITNEY verður sýndur hvønn dag kl 17:30 meðan Filmsdagar í Felag eru. Tema á filmsdøgunum í ár er kvinnur á filmi.

 

 

6/9 kl. 20 I KILL GIANTS (Anders Walter USA 2018 97 min)

Við støði í teknirøðini I KILL GIANTS, fylgja vit 12 ára gomlu Barbaru, sum berjist við risar og trøll í veruleikanum, soleiðis sum hon fatar hann. Í magiskari realismu smelta ytru og innaru heimarnir saman í filmaða gerandisdegnum hjá seregnu gentuni, sum verður happað í skúlanum og eisini hevur tað trupult, tá hon er heima. Tí tykist hon fyri okkum at hvørva longur og longur inn í Dungeons & Dragons søgur. Filmurin, sum danski leikstjórin Anders Walter hevur gjørt saman við Harry Potter-framleiðsluliðnum, hevur fingið framúr ummæli og verið borin saman við fyrstu filmar hjá Spielberg. Danska filmtænastan KINO sigur um filmin og leikstjóran, sum gjørdi Oscarvirðislønta stuttfilmin HELIUM: ”I stil med sin kortfilm udforsker Walter en magisk realisme, der både med følsomhed, mørke og humor dykker ned i et barns komplicerede psyke.” Filmurin hevur 11 ára aldursmark.

Rakel Helmsdal fer at innleiða sýningina við I KILL GIANTS.

 

 

 

7/9 kl. 20 THE WIFE (Bjørn Runge UK 2018 100 min)

Klóka og vakra Joan Castleman (Glenn Close) er hin fulkomna konan. Uppofrandi hevur hon í fjøruti ár sett seg sjálva til viks, fyri at stuðla karismatiska manninum, Joe (Jonathan Pryce), sum er millum kendastu rithøvundar í heiminum. Sjálv hevur hon ikki lagt í tær kvinnur, hann hevur havt, tí Joe er jú stórur listamaður. Hjúnabandið byggir fult og heilt á Joe og hansara vilja og ætlanir. Men nú er Joan farin at møðast. Kvøldið, tá Joe skal heiðrast við Nobelvirðislønini fyri bókmentir, ger Joan støðuna upp. The Guardian, sum í ummæli gevur THE WIFE fult stigatal, sigur: ” As the apparently-perfect wife of a Nobel prize-winning writer, Close gives arguably her best ever performance in an adaptation of Meg Wolitzer’s novel”. Danski filmsútleigarin sigur um filmin: “THE WIFE er en intens og gribende rejse – en fejring af kvinder, frigørelse og modet til at finde tilbage til sig selv!” Leikstjóri er svenski Björn Runge, sum í 2005 fekk Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri MUN MOT MUN og árið fyri fekk fleiri virðislønir fyri OM JAG VÄNDER MIG OM.

Marna Jacobsen fer at innleiða THE WIFE.

 

 

8/9 kl. 20 HVA VIL FOLK SI (Iram Haq NO 2017 106 min)

Millum tveir heimar førir 16-ára gamla Nisha eitt trupult dupultlív. Heima hjá pakistansku foreldrunum er hon fulkomna dótturin og systurin, men tá hon næstu løtu er saman við javnaldrandi vinfólkunum, er hon ein heilt vanligur norskur tannáringur. Men ein dag verður dupultlívið avdúkað, og báðir tilveruheimarnir renna harðliga saman, tá pápin sær Nisha mussa norska sjeikin. Í eini roynd at steðga óhóskandi sambandinum, fáa foreldrini skipað fyri eini burturflyting, so dótturin kemur til slektningar í Pakistan at vera. Í fremmanda heimlandinum skal Nisha fóta sær, og laga seg til virði og viðurskifti, sum foreldrini áleggja henni. Fleirfalt virðislønti filmurin HVA VIL FOK SI verður vístur við donskum undirteksti. Filmsútleigarin Øst for Paradis sigur um filmin: ”HVA VIL FOLK SI er et rørende drama om det komplekse forhold mellem far og datter. Det er historien om en ung kvinde, der må finde sin egen vej i livet, og den 18-årige hovedrolleindehaver Maria Mozdah gør en imponerende debut på det store lærred. I rollen som faren ses Adil Hussain, som flere måske vil genkende fra internationale succeser som LIFE OF PI.”

Gunn Hernes fer at innleiða sýningina við HVA VIL FOLK SI.

 

 

9/9 kl. 16 í Norðurlandahúsinum Wonderful Copenhagen (Bo Tgenberg DK 2018 109 min)

WONDERFUL COPENHAGEN, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum, er partur av Filmsdøgum í Felag hjá Filmsfelagnum og Havnar Bio, har kvinnur á filmi eru evnið.

WONDERFUL COPENHAGEN er eitt grípandi drama um skuggasíðuna av Keypmannahavn. Ein ung eysturevropeisk kvinna leitar sær til Danmarkar at arbeiða, men verður noydd út í skøkjuvirksemi. Tá Tanja letur eina kaffistovu upp á Vesturbrúgv, verður hon uttan at ynskja tað, ein partur av hendingunum og fær innlit í eitt umhvørvi, hon ikki visti var til.WONDERFUL COPENHAGEN byggir á veruligar søgur um human trafficking.

 

9/9 kl. 20 Maria By Callas (Tom Volf Frakland 2018 113 min)

Heimildarfilmurin hjá Tom Volf MARIA BY CALLAS sigur okkum søguna um kendastu sopran í allari operaverðini í 20. øld. Ein ikon fyri milliónir av áhoyrarum, enn tann dag í dag, fjøruti ár eftir at hon doyði í 1977. Tað er søgan um MARIU CALLAS, hennara lív og lagnu, søgd við egnum orðum. Kjarnin í søguni er dysturin millum kvinnuna og persónin Mariu og stíl-ikonið, jetset-drotningina og operastjørnuna Callas. Lítið eydnusama sambandið við skipsreiðaran Aristoteles Onassis, viknandi røddin og deyðin, ið rakar 53 ára gomlu kvinnuna, sum nú livir í einsemi, eru bæði skakandi og bergtakandi lutir í eini samansettari filmiskari søgu, ið byggir á brot úr samrøðum, tíðindum, privatum smalfilmsupptøkum og eins persónligum brøvum. Nógva av tilfarinum hevur aldri áður verið frammi, og annað tilfar er reinsað, restaurerað og lagt við liti. MARIA BY CALLAS byggir á kanningararbeiði í fleiri ár hjá leikstjóranum, ið hevur hitt tey, ið livdu saman við henni, og sum týðuliga er púra burtur í listafólkinum og persóninum Callas. Danski filmsútleigarin Camera Film sigur um MARIA BY CALLAS, at hetta er ein tónleikafilmur ”hvor man ikke må nøjes med korte glimt af den stemme, det hele handler om, men får serveret en lang række optagelser af hele arier fra nogle af de mest centrale operaer i Callas’ repertoire.”

Elsa Súsanna Dalsgaard fer at innleiða sýningina við MARIA BY CALLAS.

 

10/9 kl. 20 Bare Juliet (Jesse Peretz UK 2018 105 min)

Danski filmsútleigarin Scanbox, sigur soleiðis um filmin BARE JULIET: Annie (Rose Byrne) er kørt træt i sit kedelige parforhold med Duncan (Chris O’Dowd), der er kæmpefan af indie-musikeren Tucker Crowe (Ethan Hawke). Da en akustisk demoversion af Tuckers 25 år gamle hit LP pludselig dukker op i posten, bliver det startskuddet til et møde med den på én gang tiltrækkende og flyvske kunstner, et møde, der ændrer livet for alle parter. ”Bare Juliet” er baseret på romanen af Nick Hornby, der har lavet forlæg til flere succesfulde film bl.a. About a Boy og High Fidelity.

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst