Ger ein film lidnan upp á 48 tímar og ver við í kappingini um at vinna kr. 10.000!
Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 16.-18. november. Filmskappingin er fyri ØLL – bæði roynd og óroynd. Tað er ókeypis at luttaka.
Fríggjakvøldið 16. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina kunngjørt á Reinsarínum í Havn. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað á Reinsarínum alt vikuskiftið, meðan kappingin er í gongd.
Vinningur: kr. 10.000! Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum 23. februar.
Longd á filmi: í mesta lagi 4 minuttir. Onki minstamark er.
Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.
Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tlfnr. sum til klippfisk@klippfisk.fo ella við at senda eini boð til Klippfisk á Facebook. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.
Tilmeldingarfreist: hóskvøldið 15. november kl. 20.
Allir filmarnir, sum luttaka í kappingini, verða vístir í Perluni mánakvøldið 19. november kl. 19, har vinnarin verður avdúkaður.
Um tit ikki hava møguleika fyri at møta upp á Reinsarínum, eru tit hjartaliga vælkomin at vera við kortini! Tit skulu bert viðmerkja hetta í tykkara tilmelding og síðan fáa tit evnið sendandi við telduposti, tá ið tað verður kunngjørt.
Møguleiki er fyri samstarvi við onnur, sum melda seg til kappingina. Um tit ikki hava ein bólk og ynskjast at gerast partur av einum bólki, eru tit vælkomin at melda tykkum til kappingina við ynski um at koma í ein bólk. Tey, sum hava áhuga fyri at gera bólk saman við øðrum, kunnu hittast eftir kunngerðina á Reinsarínum fríggjakvøldið 16. november. Øll eru tó vælkomin at gera film sum einstaklingar.