FISK2009
Aftur í ár verður ein filmssummarskúli á skránni. Eins og í 2006, verður ein filmsskúli í Føroyum. Á skúlanum verða 4 undirvísarar ið allir arbeiða við at gera film til dagligt. Har verður ein leikstjóri, ein kameramaður, ljóðmaður og klippari.
Millum teirra ið undirvísa verða Anders Villadesen, ið eisini var við í 2006. Anders Villadsen hevur m.a. klipt filmarnar Gasolin, Adams Æbler og Blinkende Lygter. Anders er ein tann kendasti danski klipparin, sum er í løtuni.
Martin Simonsen er skúlastjóri og arbeiðir fyri Klippfisk og Samvit í verkætlanini. Næmingarnir koma úr Norðanlondum og úr Norður Írlandi. Pláss verður eisini fyri nøkrum føroyingum. Tað ber til at fáa meiri at vita við at venda sær til Martin við at maila til hansara: martin@klippfisk.fo