Heiðrikkur fingið prís
Heiðrikur á Heygum hevur vunnið eina virðisløn á norskari filmsstevnu fyri ungfólk.
Á filmsstevnuni NUFF, sum verður hildin í Tromsø á hvørjum ári, var stuttfilmurin Mítt Rúm kosin til besta norðurlendska film fyri fólk í aldursbólk 21-25 ár.
NUFF er filmsstevna fyri ungfólk úr Norðurlondum, Russlandi og baltisku londunum. Kappast verður í 4 bólkum, og í einum av hesum bólkum vann Heiðrikur á Heygum.
Hetta er ikki fyrstu ferð at føroyingar hava havt film á NUFF. Bæði René Bischoff, Jóhannes Lamhauge og Andrias Høgenni hava áður havt filmar við í Tromsø, og í ár vann Heiðrikkur so ein prís. Hjartalliga tillukku Heiðrikkur.