Hugskotskapping – Visit Faroe Islands

Vís ferðafólki, hvussu tey á tryggan hátt kunnu uppliva Føroyar, og samstundis virða føroysku náttúruna og lokalsamfeløgini. Besta hugskotið fær 10.000,- kr. frá Visit Faroe Islands, og um hóskandi, verður møguleiki fyri at menna hugskotið til ein film.

Áhugin fyri Føroyum økist og ferðavinnan stendur í vøkstri. Stórur tørvur er á samskifti at kunna og læra tey ferðandi um føroysk viðurskifti, soleiðis at tey fáa eina betri heildaruppliving av Føroyum sum ferðamál, har trygdin

og virðingin fyri umhvørvinum er í hásæti. Tí er henda kappingin sett ígongd.

Tú fær nú møguleikan at menna eitt hugskot til ein film, ið kunnar ferðafólkum um Føroyar og føroysk viðurskifti, við tí endamáli, at ferðin í Føroyum verður betri, tryggari og ikki minst stuttligari.

Eitt nú, hvussu kunnu ferðafólk taka atlit til skiftandi veðurlagið, harðligu og viðkvæmu náttúruna og bygda- og gerandislívið. Við øðrum orðum, hvørji atlit tey skulu taka í mun til náttúru, djóra- og fuglalív og fólkið í Føroyum.

Einki mark er fyri, hvussu hugskotið skal síggja út, og ei heldur, hvør útgerð skal nýtast. Hugskotið kann t.d. verða ein stuttfilmur, eitt storyboard, stillmyndir ella annað. Tó í mesta lagi 4 minuttir langt, ella í mesta lagi 20 myndir.

Stutt frágreiðing skal fylgja við uppskotinum, har endamál, málbólkur og hendingargongd verður lýst.

Send Visit Faroe Islands títt hugskot áðrenn 14. mai 2018 til Aldu Magnussen, alda@visitfaroeislands.com.

Dómsnevnd verður sett at finna bestu hugskotini, ið verða við í kappingini um 10.000 kr. Harafturat verður møguleiki fyri at samstarva við Visit Faroe Islands um at menna hugskotið til ein film, um besta hugskotið er í tráð við visjónir og endamál felagsins.

Vinnarin verður kunngjørdur á síðuni hjá Visit Faroe Islands í seinni helvt av mai 2018. Eisini verða bestu hugskotini sýnd fram á ráðstevnu Responsible Tourism í Sjóvinnuhúsinum 24.-25. mai 2018.

Dómsnevndin tilskilar sær eisini ikki at velja nakran vinnara.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at ringja til Aldu Magnussen á 556133.

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst