Hvat er ein góð umsókn til Filmsgrunnin?

Umsóknarfreistin til filmsjáttanina úr Filmsgrunninum er 1. sep. 2018. Í hesum seinna umfari eru kr. 799.700 tøkar at býta út.

Felagið Føroysk Filmsfólk skipar saman við fyrrv. filmsráðgeva Pætur M. Dahl og Aldu Joensen, fulltrúa í Mentamálaráðnum, fyri kunnandi og vegleiðandi fund í Klippfisk mánakvøldið 20. august kl. 19. Tiltakið verður í fundarhølinum á 3. hædd í Sjóvinnuhúsinum, har Klippfisk og Hugskotið húsast.

Greitt verður frá umsóknartilgongdini og hvat skal til fyri at gera eina góða umsókn. Luttakarar hava høvi at koma við spurningum og ivamálum.

Tiltakið er alment og ókeypis.

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst