Kapping til umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu.
Klippfisk fær ein stóran leiklut í árligu umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Lyklatiltakið í umhvørvisvikuni verður ein stuttfilmakapping, har ið fólk sum ganga í framheildsdeild og eldri kunnu luttaka.
Í løtuni fer tilmelding fram gjøgnum heimasíðuna www.torshavn.fo
Aftaná 1. apríl fáa tey, sum hava meldað seg til, eina uppgávu. Vit kunnu avdúka at uppgávan verður at gera ein film, sum verður í millum 60 og 120 sekund. Innihaldið í filminum skal handla um at spara orku. Eitt triða krav skal eisini uppfyllast, men tað verður ikki avdúkað her.