Hugskotið ‘Hey Breyð’ er vinnari av hugskotskapping viðvíkjandi tøkni, ið kann stimbra máltøku og málmenning hjá smáum børnum.
Tórshavnar kommuna skrivaði í vár út hugskotskapping viðvíkjandi hugskotum til ein teknifilm, eina app, telduspæl o.l. á føroyskum, ið kann strimba undir máltøku og málmenning hjá smáum børnum?
Inn komu heili 19 spennandi hugskot.
Ein dómsnevnd hevur júst viðgjørt innkomnu hugskotini og gjørt innstilling, ið mentamálanevndin staðfesti.
Í dómsnevndini vóru:
Eydna Magnussen, varaskúlastjóri Eysturskúlin
Beinta Haraldsen, leiðari, Klippfisk
Guðrun Eysturlíð, námsfrøðiligur ráðgevi, barna- og ungdómsdeildin
Lars Larsen Black, KT-leiðari, KT-deildin
David Andresen, tænastuveitari, KT-deildin
Ronni Poulsen, tænastuveitari, KT-deildin
Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri, mentamáladeildin.
Dómsnevndin hevur viðgjørt tey 19 uppskotini við støði í, um uppskotið er aldursvarandi, gevur føroyskan møguleika á skýggja, er fangandi, stuðlar undir máltøku og málmenning og um frágreiðing er við, um hvat ger uppskotið áhugavert og viðkomandi.
Vinnandi hugskotið er “Hey breyð”, hjá Sp/f Gaman – við Ólavi Ellefsen, Julius Biskopstø, Jóhann Østerø, Hans Jacob Østerø, Elinborg Osvaldsdóttir og Marini Kamban. Næstbesta uppskotið er “Krabbi og Pisa – á ferð í Havn” hjá Sissal M. Rasmussen og Árna Winther.
Á myndini síggjast Elinborg Osvaldsdóttir, Marin Kamban, Julius Biskopstø, Hans Jacob Østerø, Ólavur Ellefsen frá vinnandi toyminum, umframt Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri.
Mentamálaráðið hevur fyrr í ár kunngjørt, at 2018 verður ár fyri málmenning hjá børnum. Hesum ynskti Tórshavnar kommuna at stuðla undir við at lýsa eina hugskotskapping um at gera ein (tekni)film, eina app ella telduspæl á føroyskum til tey minstu børnini ( 1-3 ár).
Børn byrja tíðliga at hyggja í sjónvarp og spæla á teldlum, men enn finst lítið og onki tilfar á føroyskum til hendan málbólk. Endamálið við hugskotinum skal vera, at geva teimum minstu ein føroyskan møguleika á skýggja, sum samstundis sum filmurin ella spælið er fangandi, stuðlar undir máltøku og málmenning hjá teimum minstu børnunum.
Vinnandi uppskotið fær kr. 30.000 og næstbesta uppskotið kr. 15.000.
Ætlanin er síðani, at Tórshavnar kommuna fer at kanna, um grundarlag er fyri at fara undir útinnan og gerð av hugskotinum saman við hugskotshavanum. Kommunan setur upp til kr. 100.000 av til at menna hugskotið. Nærri avtala verður gjørd um rættindi v.m.