Klaksvíkingar vunnu Umhvørviskapping

Mynd úr filminum "Býrðan"
Filmurin "Byrðan" hjá Jákup Klein, Jóhannes Martin Johannesen og Hermanni Mørkøre vann Norðurlendsku filmkappingina "REClimate" í samband við Altjóða Veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn.
Yvir hundrað filmar vóru við í kappingini, har av tveir stuttfilmar úr Føroyum
"Tað kennist fyrst og fremst løgið. Samstundis er tað ein heiður at vita, at alt arbeiði, sum vit hava gjørt viðvíkjandi filminum, ikki er til onkis. Nú eru vit eitt sindur kendir í Skandinavia, og møguliga eisini kring allan heim. umleið 200 lond eru umboða á ráðstevnuni. Tað er enntá møguleiki fyri at Obana fer at síggja filmin. Og so er tað eisini tann góði responsurin, man fær frá fólki.
Filmurin "Byrðan" er framleiddure á Miðlabreytini á Tekniska Skúla, Klaksvík.
"Tá vit møttu upp til fyrsta tíman á Miðlabreytini, forkláraði lærarin um eina Skandinaviska filmskapping, sum vit kundu vera við í. Vit vóru beinanvegin við uppá tað. Okkara bólkur riggaði sera væl frá fyrstu stund. Vit fóru í hált við at gera handling og søgu, storyboard og at brainstorma. Komandi daganar gjørdu vit manusskripti.Vit funnu út av at okkum fór at tørva ein stuðul. Vit gjørdu ein PreVis og fóru til EIk. Og so var at fara ígongd. Upptøkunar gingu við rúkandi ferð, og vit kláraðu at filma alla flashback scenuna uppá ein seinnapart. Scenuna úti í Grøv filmaðu vit ein regndag og tað tók uml. 2 tímar. Klipping, redigering og klaver upptøka hevur tikið ómetaliga langa tíð, av tí at vit vildu hava tað perfekt."
"Vit hava hugskot sum vit allarhelst fara at arbeiða við. So vit gevast ikki heilt enn. Serliga nú, tá ið vit arbeiða so mikið væl saman, og hava bæði kontaktir og gott ummæli. So tað er bara at fylgja við, tá ið Sjón production hava okkurt nýtt úti." sigur Sámal Jákup Jakobsen ið er ein av monnunum handan vinnarafilmin.