Klippfisk kýtir seg
Klippfisk hevur 8 kamera, ið vit lána, leiga og brúka til dagligt.
Um dagarnar eru øll kameraini úti, og vit kundu brúkt enn fleiri, um væl stóð til. Klippfisk letur útgerð til Dollars-røðina, ið verður filmað í løtuni, til Mess, ið filmar á Summarfestivalinum til heimasíðuna mess.fo og síðani eru tað einstaklingar ið gera verkætlanir ið hava restina av upptøkutólunum. Jú, víst grør um gangandi fót.