Tíðindi

02-Feb-2012
Depositum

24-Jan-2012
Klippfisk-skeið í Klaksvík

19-Dec-2011
Upplatingartíðir

04-Nov-2011
Føroyskur stuttfilmur fingið altjóða virðisløn

18-Oct-2011
Casting í Klippfisk

05-Sep-2011
NOLLYWOOD 2011

29-Jun-2011
Nóllywood - SEINASTA FREIST

22-Jun-2011
Dokumentarskeið

03-Sep-2010
Frá heimavideo til DVD

03-Sep-2010
Lær at filma A til Z - frá 15 árum

11-May-2010
Nóllywood - filmssummarskúli í Nólsoy

27-Mar-2010
Skeið í special effects.

26-Jan-2010
Býr ein leikstjóri í tær?

07-Jan-2010
Skeið við Marionnu Mørkøre

11-Dec-2009
"Karrybollanir" útkomnir á DVD

11-Dec-2009
Klaksvíkingar vunnu Umhvørviskapping

19-Nov-2009
Marianna og Rannvá fingu heiðursløn

27-Oct-2009
Memotekið hjá Mariannu Mørkøre og Rannvá Káradóttir á London Film Festival.

24-Aug-2009
Tórshavnar Matfestivalur filmaður

24-Aug-2009
Komandi tvær vikurnar verða ikki færri enn trý skeið í video í Klippfisk.

24-Aug-2009
Sakaris og Napoleon gera doku-stuttfilm

21-Aug-2009
Ráðstevna í Keypmannahavn

18-Aug-2009
Andrias farin at lesa medievidenskab

07-Aug-2009
Klippfisk kýtir seg

21-Jul-2009
Dollars.fo

25-Jun-2009
Heiðrikkur fingið prís

19-May-2009
Eitt sindur um Faroe Kvædie

19-May-2009
Danir søkja eftir filmfólki

18-May-2009
Romeo & Juliet í Klippfisk

07-May-2009
Skriviskeiðið fullteknað

05-May-2009
Heiðrikkur á festival

04-May-2009
Fá pláss eftir

30-Apr-2009
Nýggj starvsfólk

26-Apr-2009
BUZZ ALDRIN leitar eftir handyman-fólki til rekvisitt- og scenografi-avdeilingina

26-Apr-2009
Føroyskur dansifilmur frumsýndur í Tórshavn og Keypmannahavn

24-Apr-2009
Skeið í leikritaskriving

23-Apr-2009
Sakarias Stóra fingið film við á kendan filmsfestival

23-Apr-2009
Andrias Høgenni við nýggjum onetake filmi

22-Apr-2009
KLIPPFISK sóknast eftir starvsfólki

20-Apr-2009
Crawling Blue ger DVD

25-Mar-2009
FISK2009

25-Mar-2009
Meira frá Buzz Aldrin

24-Mar-2009
Kapping til umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu.

Marianna og Rannvá fingu heiðursløn

19. novembur 2009

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir hava fingið heiðursløn fyri dansi stuttfilmin, Memotekið (enska heitið, Memotech). Vit fingu eina samrøðu við Mariounnu um filmin, og hvussu tað kennist at hava fingið heiðursløn fyri hann.

Hvussu kennist tað at hava fingið heiðursløn á einum altjóða filmfestivali?
Heiðurslønin er ein sera stór viðurkenning fyri meg og Rannvá. Hetta
er við til at skapa fleiri  møguleikar fyri Memotekið og sostatt fáa
filmin vístan á enn fleiri festivalum. Umframt hetta hevur tað verið
sera áhugavert at hoyrt, hvat ein altjóða dómsnevd hevur hildið um
filmin. Og so fær man absolut hug at gera fleiri filmar!


Hví hevur tú valt at fáast við júst hetta slagið av filmi? (experimentel film)
Eg haldi, at tað er meiri tann experimentella tilgongdin til film, sum
Rannvá og mær dáma so væl. Man ger sínar egnu reglar fyri, hvussu ein
framleiðsla fer fram. Vit settu nakrar heilt einkultar karmar, har tað
samstundis var lov at hoppa sindur aftur og fram í processuni, og lata
hugflog og spontanitet seta síni merki.


Hvussu er at arbeiða við Super8? og hví hevur tú gjørt av at filma við super8?
Eg havi arbeitt við Super8 áður, og eri vorðin bitin av tí. Rannvá og
eg hildu, at tað kundi verið fanstastiska spennandi at gjørt ein
dansi-stuttfilm við hesum formatinum, sum hevur eitt so vakurt og
estetiskt "look". Hetta hevur eisini givið Memotekið eitt serligt
ævintýrsligt og tíðarleyst look.
Samstundis var Super8 eisini ein avbjóðing fyri koreografiina
eftirsum, at vit fóru at filma í 9,18,24 og 54 frames pr sek. Vit
avprøvaðu nøkur kamera tíðliga í framleiðsluni fyri at fáa innlit í,
hvussu vit kundu arbeiða útfrá ymsu tempounum, og hvussu hetta
ávirkaði koreografiina.
Umframt hetta, so tekur man eina riskio, tá man filmar við gomlum
Super8 kameraum uttan ein digitalan back-up. Vit vistu ongantið
ordiligt, hvat vit høvdu fingið á band, og um tað var gott nokk.Tó
høvdu vit testað kameraini áðrenn upptøkurnar, og vistu, at tey
virkaðu. Filmsrullurnar eru sera dýrar og framkallingin enn dýrari, so
tað er onki við at filma somu senu umaftur 10 ferð. Talan er um hægst
2 ferðir. So ein slík Super8 framleiðsla setur eisini síni
experimentellu merki.


Hvønn týdning hevur samstarvið við Jens L. Thomsen sum komponist havt fyri filmin?
Tað hevur verið sera stuttligt og áhugavert at arbeitt saman við Jens.
Tað hevur havt sera stóran týdning, at hann gjørdi tónleikin. Hansara
ljóð-vocabulary er so enormt stórt og áhugavert. Jens sá tónleikin í
filminum, og hann hevur skapað nakrar ótrúligar stemningar í filminum -
dansurin, landslagið og tónleikurin fór upp í eina hægri eind.


Hvørjar framtíðarætlanir hevur tú við filmslistini?
Man hevur altíð nógv hugskot, men fyrst og fremst kundi eg tonkt mær
at fingi meiri arbeiðsroyndir innan dokumentarfilmsframleiðslu. Eg haldi,
tað hevði verið spennandi at útforska tann bólkin.
Rannvá og eg hava eisini fleiri onnur hugskot, sum vit ætla okkum at
byrja at fyrireika í nærmastu framtíð. Kanska tað verður ein
dansi-langfilmur við Super8 :-)

 

Á YouTube síðu teirra sæst trailari til filmin

http://www.youtube.com/rammatik