Memotekið hjá Mariannu Mørkøre og Rannvá Káradóttir á London Film Festival.
Føroyski stuttfilmurin Memotekið verður í hesum døgum vístur á The
Times BFI 53rd London Film Festival.
Tað hevur verið nógv at sæð til dansistuttfilmin Memotekið (enska
heitið Memotech) seinastu mánaðirnar. Filmurin hevur verið vístur á
fleiri altjóða festivalum, eitt nú Festival du Nouveau Cinema, Canada
- Formula Mundi, Týsklandi - Détours, Grikkalandi.
Í gjár hevði Memotekið frumsýning í Stórabretlandi á størsta bretska
filmsfestivalinum The Times BFI 53rd London Film Festival, sum er frá
14-29.okt.
Filmurin verður vístur saman við øðrum stuttfilmun undir heitinum
"Landscape as Character". Sýningarnar eru allar longu útseldar. Filmurin
verður framhaldandi við á mongum festivalum, serliga í Stórabretlandi,
so sum Betting on Shorts, Filmstock og NICE.
"Fólk hava verið sera ovfarin av ti vakra landslagnum í Føroyum, og
filmurin hevur sostatt vakt stóran ans á filmsfestivalum kring allan heim",
siga tær báðar Marianna Mørkøre og Rannvá Karadóttir"
Eitt brot av filminum kann síggjast á http://www.youtube.com/rammatik
Meir um London Film Festival á http://www.bfi.org.uk/lff/

