Nóllywood - SEINASTA FREIST
Filmssummarskúlin byrjar 4. august, men enn eru pláss tøk. SEINASTA FREIST AT TEKNA SEG ER MÁNADAGIN 1. AUGUST!
Nóllywood er ein intens vika, har luttakararnir í bólkum læra at gera film, gera ymsar venjingar, fáa undirvísing - og gera film eftur egnum handritum. Skráin fyri dagarnar er henda:
Dagur 1: Undirvísing og filmuppgávur - chase scena/jagstringarleikmynd
Dagur 2: Undirvísing og filmuppgávur - eitt møti (onkur hittast)
Dagur 3: Framleiðslufyrireiking - leggja síðstu hond á leikrit, vegleiðing í útgerðini
Dagur 4: Upptøkur
Dagur 5: Upptøkur
Dagur 6: Klipping og ljóðarbeiði
Dagur 7: Gera filmarnar lidnar - klipping og eftirviðger
Dagur 8: Almenn sýning og fráferð
Undirvísarar:
Jón McBirnie, Justin Niklas Jones, Anton Petersen, Andrias Høgenni, Jan Berg Jørgensen
Um Nóllywood:
Nær: 4. til 11. august 2011
Hvar: Í Nólsoy
Hvør: 12 ung í aldrinum 14 til 18 ár
Undirvísarar: Fýra fólk frá Klippfisk og professionell fólk uttanfyri klippfisk
Kostnaður: 2.000 kr. fyri hvønn, íroknað ferðing, mat, bústað, tilfar, undirvísing - ja, alt
Tekna teg við at senda teldupost til klippfisk@klippfisk.fo ella ring 22 23 25 áðrenn mánadagin 1. august kl. 18.00.
Skriva nøkur orð um teg sjálva/n og hví tú vilt við á summarskúlan. Sig okkum eisini, um tú hevur nakrar royndir innan filmsger og hvat tú ert mest áhugað/ur í at arbeiða við (upptøku, leikstjórn, ljóði, klipping, framleiðslu, ljósi)
Vit síggjast í Nólsoy …
Stuðlar av filmssummarskúlanum:
Dansk-Færøsk Kulturfond
Mentamálaráðið