Sakaris og Napoleon gera doku-stuttfilm
Í klippirúminum í Klippfisk sita í dag Sakaris Stórá og Napoleon Smith og leggja seinastu hond á ein doku-stuttfilm sum skal sýnast í Norðurlandahúsinum hóskvøldið. Filmurin er um ein vanligan dag, hjá tveimum vanligum føroyingum - har kameraið eygleiðir teirra umhvørvis og orku-tilvitsku. Filmurin er stuttligur og verður helst kjalelvandi. Tað eru umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar Kommunu, SEV og Umhvørvisstovan ið hava bílagt filmin.