Skeið við Marionnu Mørkøre
Leygardagin 16. januar skipa Klippfisk og MESS fyri einum spennandi degi við Mariannu Mørkøre, ið kallast "Intro til eksperimentellan film".
Skrá:
12.00 - 13.15
Upprunin til eksperimentellan film. Brot úr filmum frá fyrst í seinastu øld úr genrum sum t.d. evropeiskum avantgardistum, dadaistum, surrealistum verða víst.
Kaffi/Te
13.30 - 15.00
Hildið verður á við filmssøguligu menningini við m.a. uppreistrarsinnaðu lettristunum og filmsteoristunum í Sovjetsamveldinum.
Ábit.
15.20 - 16.00
Dansifilmur sum genra. Dømi um modernaðan eksperimentellan film.
Kaffi/Te
16.15 - 18.00
Marianna vísir egnar royndir og framleiðslur. Marianna hevur nógvar royndir innan eksperimentellan film, serliga í samstarv við koreografinum Rannvá Káradóttir. Verkætlanirnar eru nógvar í tali, m.a. Memotekið, Fragmented Unison, Investigation of a Dog. Marianna er undangongukvinna innan hesa genruna ið, sum áður nevnt, liggur uttanfyri tað, vit vanliga síggja.
Skeiðið verður hildið í Klippfisk. Kostnaðurin verður 400 krónur fyri hvønn luttakara incl. kaffi og ábit. Pláss er einans fyri 12 luttakarum.
Tilmelding á klippfisk@klippfisk.fo.