Tórshavnar Matfestivalur filmaður
Í samband við at fyrsti Tórshavnar Matfestivalur var leygardagin, skipaði Klippfisk, saman við Mortan í Hamrabyrgi og Birgir Kruse frá 100 ára haldinum hjá Tórshavnar Kommunu, fyri at festivalurin varð filmaður. Torfinnur Jákupsson, ið hevur lisið film í Onglandi, hevur tikið sær av uppgávuni, og situr nú og klippur tilfarið. Upptøkurnar verða at síggja á torshavn.fo