Um Klippfisk » utgerd

Klippfisk er væl útgjørt at arbeiða við video. Útgerðin í Klippfisk verður fyrst og fremst brúkt hjá teimum sum arbeiða við sínum egnu verkætlanum. Men Klippfisk leigar eisini útgerðina út. Leiguprísurin er tó ymiskur, alt eftir hvat útgerðin verður nýtt til:

- Skal útgerðin brúkast til at filma stuttfilmar, kunstfilmar ella at dokomentera list er útgerðin ókeypis.

- Skal útgerðin brúkast at filma lýsingar við ella kommercielt annars, taka vit fyri leigu. Prísurin fylgir donskum prísum.

200 kr. í depositum fyri útgerð

Nú skulu øll, sum læna útgerð frá Klippfisk, gjalda 200 kr. í depositum hvørja ferð. Peningurin verður so goldin útaftur, tá ið útgerðin verður latin Klippfisk aftur. Í løtuni er upphæddin 200 kr. Endamálið við skipanini er at tryggja, at Klippfisk fær alla útlænta útgerð innaftur. Um vit meta, at upphæddin ikki er tann rætta, verður hon møguliga broytt seinni.

Vit hava 8 dv kamera av ymiskum slag. Til hvørt kamera er løðari, battarí, taska og ymisk onnur útgerð. 

Vit hava 3 ljóskassar - sokallaðar reyðhettur við trimum lampum í hvørjum kassa.

Vit hava eitt dedo-light sett.

Eina dolly.

Biograf við uppvørpu og lørift.

5 klippiteldur umframt aðrar teldur at gera ljóð og at skriva við.

Mikrofonir, sound-devises fieldmixara, zeppelinara, tráðleys sett, boomstengur etc.