Um Klippfisk » Viðtøkur

<!-- @page { margin: 2cm } P { margin-bottom: 0.21cm } -->

SAMTYKTIR

fyri

KLIPPFISK

 

Grein 1. Navn og heimstaður.

 

Navn felagsins er KLIPPFISK.

Heimstaður felagsins er í Tórshavn.

 

Grein 2. Endamál.

 

  1. Endamál felagsins er at fáa films- og videoumstøður til vega hjá filmslistarfólkum í Føroyum.

  2. Felagið vil virka fyri at reka eina filmsverkstovu í Havn.

  3. Felagið vil virka fyri, at filmur verður ein týðandi lista- og yrkisgrein í Føroyum.

 

Grein 3. Limaskapur.

 

a. Øll, sum eru áhugað í filmi, og tí, nevnt er í grein 2, kunnu verða limir.

 

 

Grein 4. Skylda limanna.

 

a. Kravt verður av limum at teir gjalda limagjald, sum nevndin ásetir.

 

Grein 5. Limagjald.

 

a. Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundi á hvørjum ári samb. grein 7 .

b. Nevndin ger av ivaspuringar um gjaldsskyldu. Somuleiðis ger nevndin av, hvussu

limagjaldið verður innheintað.

c. Ein limur, sum er farin ella koyrdur úr felagnum, hevur einki krav á ognir

felagsins.

 

Grein 6. Nevndin.

 

a. Felagið verður stjórnað av eini trýmannanevnd, ið verður vald av ársaðalfundinum.

b. Nevndarlimur verður valdur fyri 1 ár.

c. Nevndin stendur aðalfundinum til svars fyri tað, hon avrikar, og somuleiðis fyri

óavrikaðar felagssamtyktir.

d. Nevndin skipar seg sjálva, við formanni, kassameistara og skrivara.

f. Nevndin hevur fund í minsta lagi tvær ferðir um árið, ella tá ið 2 nevndarlimir

krevja tað.

g. Nevndarlimur er ógegnigur at viðgera mál, tá ið hetta viðvíkur honum sjálvum,

ella einstaklingi, sum er undirlagdur honum arbeiðsliga. Í hesum føri víkir hann

sum nevndarlimur, og eykalimurin kann taka við undir hesi málsviðgerð.

 

Grein 7. Gerðabók.

 

a. Skrivarin førir allar nevndarfundir í felagsins gerðabók. Hon skal í hvussu er lýsa

allar avgerðir hjá nevndini og skal verða undirskrivað av teimum nevndarlimum,

sum eru á fundi.

 

Grein 8.Uppmøting til nevndarfund.

 

a. Berst nevndarlimi undan, skal hann siga nevndini frá frammanundan fundin.

Atkvøðugreiðsla.

b. Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta millum

møttu limirnar.´

 

Grein 9. Aðalfundurin.

 

a. Hægsti myndugleiki í felagnum er aðalfundurin, sum verður hildin hvørt ár í

seinasta lagi 30. september og lýstur í brævi til limirnar minst 2 vikur framanundan við hesari dagsskrá:

 

1. Val av fundarstjóra (orðstýrara).

2. Frágreiðing frá nevndini um farna árið.

3. Framløga av grannskoðanum roknskapi.

4. Áseting av limagjaldi.

5. Møgulig uppskot frá limum.

6. Val av nevnd og eykalimum sambært grein 6 í lógini.

7. Val av grannskoðara og eykagrannskoðara sambært grein 12 í lógini.

8. Ymiskt.

 

b. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, tá hann er lógliga boðaður, við skrivligari

frásøgn til hvønn einstakan lim í felagnum.

c. Uppskot, sum ynskjast viðgjørd á aðalfundi, skulu vera skrivlig og verða nevndini

í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn aðalfundin.

d. Uppskot um lógarbroytingar, sum krevja meiriluta eftir grein 11 í lógini, skulu vera

innkomin seinast 6 dagar eftir, at aðalfundur er lógliga lýstur, og síðan verða kunngjørd

limunum skrivliga áðrenn aðalfundin.

e. Tey, ið fáa flestar atkvøður, eru vald sum nevndarlimir og eykanevndarlimir. Eru

fleiri við eins nógvum atkvøðum, verður lutakast.

f. Øll uppskot á ársaðalfundinum verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta,

stendur á jøvnum, fellur málið (samb. tó grein 11). Fundurin kann avgera, at

atkvøðugreiðsla skal vera skrivlig og loynilig. Fundurin avger um mál, sum limir

hava lagt fyri hann, skulu viðgerast.

g. Aðalfundurin verður stjórnaður av fundarstjóra, sum fundurin velur.

Nevndarskrivarin førir fundin í gerðabók felagsins, og undirskrivar hana saman

við fundarstjóranum og nevndini.

 

Grein 10. Eykaaðalfundur.

Eykaaðalfundur verður innkallaður av nevndini, tá hon heldur tað vera neyðugt, ella

Minst 10% av limunum krevja tað. Fráboðað skal verða við minst 8 daga

ávaring, og fundarevnið skal viðmerkjast í tí útsendu dagsskránni.

 

Grein 11. Lógarbroytingar.

 

Lógarbroyting kann bert verða gjørd á aðalfundi, tá lýst verður til tess, og skulu minst

2/3 av teimum givnu atkvøðunum á aðalfundinum vera fyri.

 

Grein 12. Keyp og søla av fastari ogn.

 

a. Keyp og søla av fastari ogn skal góðtakast av aðalfundinum ella einum

eykaaðalfundi, tá lýst verður til tess.

b. Við keypi og sølu av fastari ogn, bindir nevndin felagið.

c. Kassameistarin heldur roknskap felagsins, krevur inn limagjald og rindar

útreiðslur felagsins eftir ávísing formansins.

d. Seinast 15. februar árið eftir, at roknskaparárið er endað, letur hann roknskapin til

grannskoðarans at grannskoða.

e. Roknskaparárið er almanakkaárið.

 

Grein 12. Tekningarreglur.

 

Felagið verður teknað av nevndini. Formaðurin kann skrivliga geva øðrum tekningarrætt í avmarkaða tíð, t.d. um felagið setir fólk í starv ella letur fólki tíðaravmarkaðar leiðsluuppgávur.

 

Grein 13. Roknskapargrannskoðarar.

 

a. Ársaðalfundurin velur ein, sum skal vera roknskaparkønur og ikki nevndarlimur.

b. Grannskoðarin grannskoðar roknskap felagsins og vissar seg um, at ognir

felagsins eru til. Hann hevur rætt til, so ofta hann vil, at síggja felagsins gerðabók,

kassameistarans bøkur, skjøl og roknskap og telja kassapeningin.

c. Ársroknskapin skal hann lata frá sær til nevndina seinast 15. mars árið eftir, at

roknskaparárið er endað.

 

Grein 14. Avtøka av felagnum.

 

Felagið kann bert takast av, tá ið hesar treytir verða fylgdar:

1. Lýst má vera lógliga til eykaaðalfundar.

2. Avtøka felagsins má vera tilskilað á fundarskránni.

3. 2/3 av limum felagsins mugu vera á fundi.

4. Av teimum møttu limunum mugu ¾ greiða atkvøðu fyri avtøkuni.

Eru ikki nóg nógvir limir á fundi, kann verða boðað til nýggjan eykaaðalfund á øðrum

sinni við somu dagsskrá, og er hesin fundur tá altíð viðtøkuførur við ¾ av teimum

møttu limunum. Ikki mugu ganga meira enn 14 dagar frá hesum fyrra til tann seinna

fundin.

 

Grein 15. Ognir felagsins við avtøku.

 

Við avtøku felagsins verða allar ognir felagsins við rentum fram til avtøkudagin settar

í grunn til frama fyri limir og/ella endamál KLIPPFISKS.

Reglugerð skal gerast fyri ein slíkan grunn.

 

Grein 16. Góðkenning av frammanfyri standandi lógum.

 

Hesar lógir felagsins eru galdandi frá í dag, á stovandi aðalfundi felagsins, 25. september 2007.

 

Í nevndina vórðu valdir:

 

Jákup Veyhe, formaður

 

Jan Jørgensen, skrivari

 

Mikkjal Helmsdal, kassameistari