48 TÌMAR FILMSKAPPING

Ger ein film lidnan upp á 48 tímar og ver við í kappingini um at vinna kr. 10.000! 

Klippfisk og Fjølmentanarvikan 2023 skipa fyri filmskapping 20.-22. oktober. Filmskappingin er fyri ØLL – bæði roynd og óroynd. Tað er ókeypis at luttaka.

Fríggjadagin 20. oktober kl. 15 verður evnið fyri kappingina kunngjørt í Nordurlandahúsinum. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað í Ostahúsinum alt vikuskiftið, meðan kappingin er í gongd.

Vinningur: kr. 10.000! Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum.

Longd á filmi: í mesta lagi 7 minuttir. Onki minstamark er.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Tekna teg sum einstaklingur ella bólkur nidanfyri. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tilmeldingarfreist: hóskvøldið 19. oktober kl. 20.


  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst