Átta filmar kappast um Geytan 2019

23. februar verður føroyska filmskvøldið, Geytin, har nýggir føroyskir stuttfilmar verða sýndir. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur Geytavirðislønina á kr. 30.000, sum vinnarin fær handaða saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær kr. 25.000, sum Tórshavnar Kommuna letur.

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya.

 

Við í kappingini 2019 eru: 

12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.

Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð

Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni

Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban

Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum

Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal

Et visit. Leikstjóri: Sára Wang

 

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Verdóttur Geytans, Astrid, sniðgav standmyndina, sum sonur hennara, David, tilvirkaði.

Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.

Umframt Geytavirðislønina, sum dómsnevndin hevur handað, hevur Mentamáladeild Tórshavnar kommuna hvørja ferð handað Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu velja.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.

Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.

Geytavirðislønin er 30.000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25.000 krónur.

Finnur Koba hevur verið vælupplagdi verturin, hvørja ferð Geytin hevur verið handaður í Norðurlandahúsinum.

 

Geytavinnarin 2016 
Et knæk – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2015

Stina Karina – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2014
Skuld – Heiðrik á Heygum

 

Geytavinnarin 2012

Summarnátt – Sakaris Stórá

 

 

Sí fleiri føroyskar stuttfilmar her:

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst