Filmsstuðul 2018: 19 fingu stuðul í fyrra umfari

Aftur hesa ferð fekk Mentamálaráðið nógvar umsóknir um stuðul til film, nevniliga 32. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, letur stuðul til 19 av umsóknunum. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 19 fingu stuðul í fyrra umfari 2018 fyri tilsamans 1.500.300 kr.:

  1. Fish&Film v/ Ingun í Skrivarastovu, Dreymar við havið, kr. 30.000
  2. Cinema Polaris v/Anton Petersen, Eitt sindur um, hvussu vit elska, kr. 150.000
  3. Sakaris Stórá, Oktober, kr. 30.000
  4. Annika á Lofti, Góða Mary, kr. 300.000
  5. Eir í Ólavsstovu, Havið, kr. 80.000
  6. Maria Winther Olsen, Nina, kr. 30.000
  7. Árni Nicolajsen, Søgan um Ruth, kr. 75.000
  8. Jónfinn Stenberg, Tey Smittaðu, kr. 60.000
  9. ETK-Films v/ Gudmund Helmsdal Nielsen, Trøllabeiggi, kr. 150.000
  10. Brandur Hanusarson Funningsstovu, Føroyingar á fjallaferð, kr. 15.000
  11. Sóley Danielsen, #Visit Nólsoy, kr. 15.000
  12. KYK Myndir v/ Jón Hammer, Fjørður, kr. 38.500
  13. KYK Myndir v/ Jón Hammer, The Dead Man, kr. 90.000
  14. KYK Myndir v/ Jón Hammer, Experiment IX, kr. 50.000
  15. Andrias Høgenni, Brúðarvalsur, kr. 55.000
  16. Rógvi Rasmussen, Tað, hjarta sær, gloymist ei, 40.000
  17. Rógvi Brekku Dam og Sólfríð Maria í Rók, Spírar, 50.000
  18. Havnar Sjónleikarfelag, Illir andar, kr. 91.800
  19. Torfinnur Jákupsson, TROM, kr. 150.000

Annika á Lofti fekk størstu stuðulsupphæddina, 300 tús. kr., í hesum umfari. Talan er um fyrsta spælifilm hennara ”Góða Mary”, sum snýr seg um ágang ímóti børnum, um kærleika, tá hann er forboðin, fjaldur og óynsktur. Søgan verður upplivað gjøgnum ein stillan 12-ára gamlan drong.

Tríggjar verkætlanir fingu 150 tús. kr. í part. Fyrsti spælifilmurin hjá Antoni Petersen ”Eitt sindur um, hvussu vit elska” er ein psykologiskur krimifilmur við Olafi Johannessen sum høvuðsleikara. TROM hjá Torfinni Jákupsson er krimirøð við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen og hevur Hans Tórgarð í leiklutinum sum Hannis Martinsson. Gudmund Helmsdal ger listaligan stuttfilm við heitinum ”Trøllabeiggi”, sum gongur fyri seg á Trøllanesi í farnari tíð.

Barnatilfar er eisini millum verkætlanirnar. Rógvi Brekku Dam og Sólfríð Maria í Rók fáa stuðul til barnarøðina “Spírar”, sum er ein talgildur sunnudagsskúli, sum millum annað verður tøkur við bíbliusøgum á netinum.

Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, hava gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulsbýtið. Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er nú 2,3 milliónir krónur, og tað er ein hækking við 300 tús. kr. í mun til 2017. Eitt nýtt stuðulsumfar verður lýst seinni við freist 1. september.

Mynd: ETK-Films, Trøllabeiggi

Kelda: mmr.fo

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst