Leygarkvøldið 23. juni 2018 verður spælifilmurin NINA eftir Mariu Winther Olsen frumsýndur í Norðurlandahúsinum.
NINA er ein spælifilmur á 80 minuttir, ið snýr seg um eitt ungt danskt par, sum flytir til Føroyar og búsetir seg í Mikladali.
Frumsýningin er við luttøku av øllum teimum, ið hava verið partur av framleiðsluni av filminum. Nú er tó møguligt hjá 60 persónum at ogna sær atgongumerki til hetta serliga kvøldið. Peningurin frá søluni fer til at senda filmin á filmsfestivalar kring heimin.
Keypið atgongumerki her
Sí fleiri myndir úr filminum her
Hoyr Mariu Winther Olsen greiða frá filmsframleiðsluni her