Ert tú ella fert tú í gongd við at menna eina filmsverkætlan? Søk so um at koma við á Pitching Forum í Noregi 13.-15. juni 2018. Tann, sum verður útvald/ur úr Føroyum, fær ferðina og uppihald í Noregi goldið.

Tey, sum verða útvald at fara til Noregs, hava møguleika fyri at vinna kr. 37.000 til eina filmsverkætlan.

Tiltakið er fyri

leikstjórar, framleiðarar og tey, sum skriva filmsleikrit.

Aldursmark: 18-30 ár.

Royndir: tú hevur arbeitt við í minsta lagi tveimum stuttfilmum.

Freist: 8. mei 2018.

Luttakarar eru úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Írlandi og Fraklandi.

Sí treytir og kunning her: http://screentalent.eu/open-calls.html

Søk her: https://form.jotformeu.com/80991491485368 (vel Klippfisk)