IMG_0423

Nóllywood fyri tíggjundu ferð

Klippfisk skipar fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri 10. ferð í ár. Í gjárkvøldið settu ungu filmsspírarnir hjá Klippfisk eyðkenda Nóllywoodskeltið upp saman við nólsoyingum. Skeltið, sum nólsoyingar hava bygt, er heili 3 metrar høgt og 26 metrar breitt. 
 
Teir 16 luttakararnir á Nóllywood eru fluttir til Nólsoyar í 10 dagar, har teir fáa undirvísing í filmsframleiðslu og síðan framleiða teir stuttfilmar í felag. Filmarnir verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy mikudagin 10. juli kl. 17.

Framleiðslurnar frá undanfarnum árum á Nóllywood kunnu síggjast á youtubesíðuni hjá Klippfisk

 

andrias cannes

Andrias Høgenni vann í Cannes!

Hetta er ein søgulig hending í føroyskari filmssøgu! Filmurin “Ikki illa meint” eftir Andrias Høgenni hevur nevniliga júst vunnið Canal+ Award í Semaine de la Critique á viðurkenda filmsfestivalinum í Cannes! Hjartaliga til lukku, tit øll á filmsliðnum!

Andrias byrjaði at gera film í Klippfisk fyri nógvum árum síðan og er síðan farin á flog í filmsheiminum. Hann vitjar okkum ofta sum undirvísari á filmsskeiðum hjá Klippfisk. Vit halda, at tað er ordiliga stuttligt, at Andrias fekk hugskotið til filmin “Ikki illa meint” undir filmskappingini hjá Klippfisk á Reinsarínum í 2017. 😊 Hvør skuldi trúð, at hetta hugskotið seinni fór at vinna eina virðisløn á einum av heimsins mest viðurkendu filmfestivalum? 😀

 

Brellbiti frá filminum “Ikki illa meint”

 

Aldan gongur høgt – Klippfisk Bootcamp 2019

Heimildarfilmur um Katarinu Nolsøe, sum varð framleiddur á filmsskeiðnum Klippfisk Bootcamp í apríl 2019. Klippfisk skipaði fyri skeiðnum í samstarvi við Tórshavnar Kvøldskúla.

Heimildarfilmurin “Aldan gongur høgt” snýr seg um sjónleikarinnuna Katarinu Nolsøe og hennara upplivingar við tunglyndi. Katarina hevur fyri stuttum útgivið bók og skrivað sjónleikin “Leitanin eftir at vera”, sum snúgva seg um sama evni.

Leikstjóri: Tórálvur Guldbrandsø Tórgarð
Fotografur: Fríði Birgisson Olsen
B-foto, ljóð, ljós og eftirframleiðsla: Brandur Teitsson

grimstad_dag_1_2018-12

Kom við til Pitching Forum í Noregi!

Ert tú ella fert tú í gongd við at menna eina stuttfilmsverkætlan? Søk so um at koma við á Pitching Forum í Noregi 12.-14. juni 2019. Tann, sum verður útvald/ur úr Føroyum, fær ferðina og uppihald í Noregi goldið.

Tey, sum verða útvald at fara til Noregs, hava møguleika fyri at vinna kr. 30.000 (EUR 4000) til eina stuttfilmsverkætlan.

Tiltakið er fyri leikstjórar, framleiðarar og leikritshøvundar.

Krav um royndir: tú hevur arbeitt við í minsta lagi tveimum stuttfilmum ella heimildarfilmum sum leikstjóri, framleiðari ella leikritshøvundur.

Freist at søkja: 8. mei 2019.

Send tína umsókn her

Luttakarar eru úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Írlandi og Fraklandi.

Sí nærri kunning um Pitching Forum niðanfyri.

 

 

WIN 4000 EURO IN PRODUCTION SUPPORT FOR YOUR NEXT SHORT FILM
PARTICIPATE IN A PITCHING FORUM AT THE NORWEGIAN SHORT FILM FESTIVAL

Screen Talent Europe in collaboration with The Norwegian Short Film Festival invite emerging producers, directors and screenwriters from Europe to pitch new short film projects at the festival in Grimstad, Norway, June 12th–14th 2019

To participate you must apply to one of the Screen Talent Europe partners. It is free to participate and the costs of transportation and accommodation (3 nights) will be covered by Screen Talent Europe.

The best pitch will receive a production grant of 4000 €.

10 short films will be pitched during the Pitching Forum. In a 5-minute pitch, each participant will present their project to a pitching jury and an audience of potential co-producers, financiers and filmmakers attending the festival.

Applications terms
Producers, directors and screenwriters must have produced at least 2 films (short fiction or documentary).
You must apply with a project in development (fiction or documentary) with a maximum length of 30 min.

What you get
As well as attending the pitch you will take part in:
– a pitching workshop
– networking activities
– speed dating with the partners in the Screen Talent Europe network. During these meetings you will be informed about co-support and co-production possibilities available within the partners support systems.

You will also get a free accreditation for the entire festival program.

Application deadline: May 8th 2019. APPLY HERE
For further information, please contact:
Anders Fristad Rudolph: anders@mediefabrikken.com

About:

Screen Talent Europe
Screen Talent Europe is a network of film centers working with talent development in Europe. Screen Talent Europe aims to create more co-production, network and collaborations between emerging filmmakers in Europe.
Read more about Screen Talent Europe here

The Norwegian Short Film Festival
The Norwegian Short Film Festival is a short film and documentary festival with a competition programme for Norwegian and International short film, Norwegian documentaries and Music Videos. In addition to the award programmes, the festival present international documentaries, arrange workshops and seminars, concerts, boat trips and many other interesting film programmes.
The competition programme for international short films attracts filmmakers from all over the world to Grimstad, and the festival facilitates for bonds to be tied between the Norwegian and the international film community.

The Pitching Forum is organized by Mediefabrikken, the Screen Talent Europe partners and The Norwegian Short Film Festival.

 

111gd_Still FK gølan (3)

Vetrarljós: Klippfisk sýnir føroyskar stuttfilmar á Blábar

Klippfisk sýnir føroyskar stuttfilmar á Blábar 2. februar í sambandi við Vetrarljós. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. 🙂 Sí tiltakið á Facebook her:

Skrá:

Kl. 19:45:

Dalur (Heiðrik á Heygum, stuttfilmur, 2015)

Monster (Heiðrik á Heygum, videolag, 2017)

Kl. 20:30

Wünder Pitsa – (Hanus Johannessen, stuttfilmur, vinnari av filmskappingini hjá Klippfisk 2017)

Myndamálarin – (Gudmund Helmsdal Nielsen, besta hugskot í filmskappingini hjá Klippfisk 2017)

Eitt knæk (Andrias Høgenni, stuttfilmur, vinnari av Geytanum og áskoðaravirðislønini 2016)

Kl. 21:15

Maðurin við blæuni (Maria Tórgarð, stuttfilmur, vinnari av áskoðaravirðislønini til Geytan 2018)

111 góðir dagar (Trygvi Danielsen, stuffilmur, vinnari av Geytanum 2018)

geytin (2)

Átta filmar kappast um Geytan 2019

23. februar verður føroyska filmskvøldið, Geytin, har nýggir føroyskir stuttfilmar verða sýndir. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur Geytavirðislønina á kr. 30.000, sum vinnarin fær handaða saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær kr. 25.000, sum Tórshavnar Kommuna letur.

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya.

 

Við í kappingini 2019 eru: 

12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.

Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð

Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni

Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban

Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum

Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal

Et visit. Leikstjóri: Sára Wang

 

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Verdóttur Geytans, Astrid, sniðgav standmyndina, sum sonur hennara, David, tilvirkaði.

Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.

Umframt Geytavirðislønina, sum dómsnevndin hevur handað, hevur Mentamáladeild Tórshavnar kommuna hvørja ferð handað Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu velja.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.

Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.

Geytavirðislønin er 30.000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25.000 krónur.

Finnur Koba hevur verið vælupplagdi verturin, hvørja ferð Geytin hevur verið handaður í Norðurlandahúsinum.

 

Geytavinnarin 2016 
Et knæk – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2015

Stina Karina – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2014
Skuld – Heiðrik á Heygum

 

Geytavinnarin 2012

Summarnátt – Sakaris Stórá

 

 

Sí fleiri føroyskar stuttfilmar her:

geytin5

28 filmar kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina

Mánadagin 3. desember á midnátt var freistin úti at boða frá luttøku til Filmskvøldið, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 23. februar 2019. Inn komu fráboðanir um 28 føroyskar stuttfilmar, sum í ár fara at kappast um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Aldrin áður hava so nógvir filmar verið tilmeldaðir til Geytan!

Kravið til ein stuttfilm er, at hann ikki eru longri enn 30 minuttir. Ein stuttfilmur kann vera spælifilmur, listafilmur, tónleikafilmur, heimildarfilmur ella annað, tó ikki lýsingarfilmur. Filmsnevndin sigur, at trý metingarvirðir verða brúkt í dømingini, og tey eru: søga, filmisk frásøgusnildi og handverk.

Tað er Bank Nordik, ið letur Geytavirðislønina, saman við einari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og David Geyti hava gjørt. Tórshavnar kommuna letur Áskoðaravirðislønina. Í hesum føri er tað møtti áskoðarin til Filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, sum sleppur at velja sín yndisfilm.

Til ber at keypa atgongumerki á www.nlh.fo

 

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Verdóttur Geytans, Astrid, sniðgav standmyndina, sum sonur hennara, David, tilvirkaði.

Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.

Umframt Geytavirðislønina, sum dómsnevndin hevur handað, hevur Mentamáladeild Tórshavnar kommuna hvørja ferð handað Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu velja.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.

Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.

Geytavirðislønin er 30.000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25.000 krónur.

Finnur Koba hevur verið vælupplagdi verturin, hvørja ferð Geytin hevur verið handaður í Norðurlandahúsinum.

 

Geytavinnarin 2016 
Et knæk – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2015

Stina Karina – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2014
Skuld – Heiðrik á Heygum

 

Geytavinnarin 2012

Summarnátt – Sakaris Stórá

 

 

Sí fleiri føroyskar stuttfilmar her:

 

46501859_914531808935431_1920601394998411264_o

111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen vunnið virðisløn í Russlandi

111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen varð í 21. november 2018 sýndur á Dom Kino til NACHALO altjóða filmsfestivali í St. Petersburg, Russlandi, og vann høvuðsvirðislønina fyri besta stuttfilm á festivalinum. Finnin Lauri Autere, sum hevur filmað og klipt filmin saman við Trygva, var á staðnum og tók ímóti virðislønini. Hann hevur tikið myndirnar í St. Petersburg.
111 góðir dagar vann harumframt Geytavirðislønina í 2018 og er vístur í fleiri londum í ár.
Filmurin er framleiddur við útgerð hjá Klippfisk og varð harumframt eftirframleiddur í Klippfisk.
       
Klippfisk_filmskapping_1000x1000_2018 (1)

Klippfisk filmskapping á Reinsarínum 16.-18. november

Ger ein film lidnan upp á 48 tímar og ver við í kappingini um at vinna kr. 10.000! 

Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 16.-18. november. Filmskappingin er fyri ØLL – bæði roynd og óroynd. Tað er ókeypis at luttaka.

Fríggjakvøldið 16. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina kunngjørt á Reinsarínum í Havn. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað á Reinsarínum alt vikuskiftið, meðan kappingin er í gongd.

Vinningur: kr. 10.000! Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum 23. februar.

Longd á filmi: í mesta lagi 4 minuttir. Onki minstamark er.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tlfnr. sum til klippfisk@klippfisk.fo ella við at senda eini boð til Klippfisk á Facebook. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tilmeldingarfreist: hóskvøldið 15. november kl. 20.

Allir filmarnir, sum luttaka í kappingini, verða vístir í Perluni mánakvøldið 19. november kl. 19, har vinnarin verður avdúkaður.

Um tit ikki hava møguleika fyri at møta upp á Reinsarínum, eru tit hjartaliga vælkomin at vera við kortini! Tit skulu bert viðmerkja hetta í tykkara tilmelding og síðan fáa tit evnið sendandi við telduposti, tá ið tað verður kunngjørt.

Møguleiki er fyri samstarvi við onnur, sum melda seg til kappingina. Um tit ikki hava ein bólk og ynskjast at gerast partur av einum bólki, eru tit vælkomin at melda tykkum til kappingina við ynski um at koma í ein bólk. Tey, sum hava áhuga fyri at gera bólk saman við øðrum, kunnu hittast eftir kunngerðina á Reinsarínum fríggjakvøldið 16. november. Øll eru tó vælkomin at gera film sum einstaklingar.

geytin5

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar 2019, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Geytin verður byrjanarskotið til eina lítla viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá filmsfestivalurin Tóff – Tórshavn Film Festival – fer av bakkastokki.

Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2019.

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2019 er tann 3. desember 2018. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 4. januar 2019, eru hesi:

  • Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
  • Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
  • Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
  • Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar 2018.
  • Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
  • Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.

 

Mynd: Birgir Kruse

 

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Verdóttur Geytans, Astrid, sniðgav standmyndina, sum sonur hennara, David, tilvirkaði.

Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.

Umframt Geytavirðislønina, sum dómsnevndin hevur handað, hevur Mentamáladeild Tórshavnar kommuna hvørja ferð handað Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu velja.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.

Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.

Geytavirðislønin er 30.000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25.000 krónur.

Finnur Koba hevur verið vælupplagdi verturin, hvørja ferð Geytin hevur verið handaður í Norðurlandahúsinum.

 

 

Geytavinnarin 2016 
Et knæk – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2015

Stina Karina – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2014
Skuld – Heiðrik á Heygum

 

Geytavinnarin 2012

Summarnátt – Sakaris Stórá

 

 

Sí fleiri føroyskar stuttfilmar her:

  • Klippfisk   |   Vestara Bryggja 15, 3. hædd   |   FO-100 Tórshavn   |   Teldupostur: klippfisk@klippfisk.fo   |   Telefon 22 23 25

Copyright 2018 Klippfisk © All Rights Reserved | Sniðgivið & forritað - Userfirst