Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar 2019, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Geytin verður byrjanarskotið til eina lítla viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá filmsfestivalurin Tóff – Tórshavn Film Festival – fer av bakkastokki.

Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2019.

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2019 er tann 3. desember 2018. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 4. januar 2019, eru hesi:

  • Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
  • Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
  • Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
  • Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 23. februar 2018.
  • Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
  • Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.

 

Mynd: Birgir Kruse

 

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd.

Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Verdóttur Geytans, Astrid, sniðgav standmyndina, sum sonur hennara, David, tilvirkaði.

Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012.

Geytavirðislønin er nevnd eftir kollfirðinginum og agronominum, Herálvur Geyti, føddur í 1914 og deyður í 1985, sum feraðist bygd úr bygd at vísa film, har eingin biografur var.

Umframt Geytavirðislønina, sum dómsnevndin hevur handað, hevur Mentamáladeild Tórshavnar kommuna hvørja ferð handað Áskoðaravirðislønina, sum tey møttu velja.

Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015 og Andrias Høgenni aftur í 2016 fyri Et knæk. Í 2018 vann Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, Geytavirðislønina fyri 111 góðir dagar.

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016 og Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni.

Hvørt ár hevur Geytadómsnevndin bjóðað einum útlendskum dómsnevndarlimi at vera við í metingini, tá besti føroyski stuttfilmurin skuldi finnast og fáa Geytan. Fyrsta árið var tað listarligi leiðarin á norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Frölich. Tann filmsstevnan hevur verið hildin í 60 ár og hevur altíð havt tætt samband við Føroyar. Til dømis vann Katrin Ottarsdóttir fyrstu virðisløn í Lübeck í 1989 fyri Atlantic Rhapsody, sum er fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmur.

Útlendsku dómsnevndarlimirnir vóru síðan amerikanska Meira Blaustein, ið er knýtt at Woodstock Film Festival, norska Silje Engeness, sum er leiðari fyri Kosmorama í Tróndheimi, finski Petri Kemppinen, ið er stjóri í Nordisk TV & Film Fond og í fjør varð fyrsti filmsleikstjóri boðin við í Geytadómsnevndina. Tað var íslendski Hlynur Pálmason.

Geytavirðislønin er 30.000 krónur og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu er 25.000 krónur.

Finnur Koba hevur verið vælupplagdi verturin, hvørja ferð Geytin hevur verið handaður í Norðurlandahúsinum.

 

 

Geytavinnarin 2016 
Et knæk – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2015

Stina Karina – Andrias Høgenni

 

Geytavinnarin 2014
Skuld – Heiðrik á Heygum

 

Geytavinnarin 2012

Summarnátt – Sakaris Stórá

 

 

Sí fleiri føroyskar stuttfilmar her: