Ger ein film lidnan upp á 48 tímar!

Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 10.-12. november. Filmskappingin er fyri øll – bæði roynd og óroynd. Tað er ókeypis at luttaka.

Vinningur: gávukort á kr. 10.000 frá ELDING.

Fríggjadagin 10. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina almannakunngjørt á Reinsarínum í Havn. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum.

Longd á filmi: 2-5 minuttir.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Melda til sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og tel. til klippfisk@klippfisk.fo Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tilmeldingarfreist: hóskvøldið 9. november kl. 21.