Ger ein film lidnan upp á 48 tímar og ver við í kappingini um at vinna kr. 10.000! 

Klippfisk og Fjølmentanarvikan 2024 skipa fyri filmskapping 25.-27. oktober. Filmskappingin er fyri ØLL – bæði roynd og óroynd. Tað er ókeypis at luttaka.

Fríggjadagin 25. oktober kl. 17 verður evnið fyri kappingina kunngjørt í Nordurlandahúsinum. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað í Ostahúsinum alt vikuskiftið, meðan kappingin er í gongd.

Vinningur: kr. 10.000! 

Longd á filmi: í mesta lagi 7 minuttir. Onki minstamark er.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Tekna teg sum einstaklingur ella bólkur nidanfyri. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tilmeldingarfreist: hóskvøldið 24. oktober kl. 20.